Playlistin: Malan Martinsdóttir Joensen

Playlistin: Malan Martinsdóttir Joensen
Malan Martinsdóttir Joensen hevur funnið 16 feitir sangir fram við sínum yndistónleiki.
05.09.2014 - 12:00

 

 

Playlistan hesaferð hevur 19 ára gamla Malan Martinsdóttir Joensen gjørt. Hon helt tað vera torført at finna 10 sangir henni dámar, tí hon hevði so nógvar í huga. So hon minkaði tað niður í 16 væl blandaðir sangir. Á playlistanum finna vit nøvn sum Pink Floyd,  Simon & Garfunkel og Fleet Foxes.

 

- Hetta eru nakrir av teimum sangunum, sum eg ongantíð verði troytt av. Ein samling, sum hevur hópast upp ígjøgnum árini.

 

Maluni dámar væl allan tónleik, tað er ikki nakað ávíst hon fer eftir.

 

- Eg vil ikki siga, at eg lurti eftir nakrari ávísari sjangru, men The Beatles, The Mamas & The  Papas og aðrir 60’ara bólkar hava altíð fangað meg. Annars kann eg bara siga, at sangir, sum hava eitthvørt øðrvísi at bjóða, fanga meg.

 

Hevur tú hug at deila tín tónleik, ert tú vælkomin til at leggja okkum eini boð.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.