- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hugskotið byrjaði við ”barbecue og ’syng við’”

Um bert fáar tímar byrjar MíttLand. MíttLand er ein føroyskur festivalur fyri føroyingar í Danmark. Fimm mans skipa fyri festivalinum. Tað eru Hans Fróði Hansen, Gudmund Djurhuus, Gert Róðá og Gissur Patursson.
Tað er annað ár á rað, at festivalurin verður hildin, og nógvar broytingar hava verið síðan fyrra árið.
Sambært Gissur Patursson eru umstøðurnar blivnar væl betur enn seinasta ár. Fleiri pallar, størri úrvæl av mati og vesi-møguleikar teljast millum broytingarnar frá fyrra ári.
Men MíttLand, sum festivalurin sær út í dag, liggur á fleiri økjum langt frá upprunaliga hugskotinum.
- Í botn og grund var hugskotið bara at gera okkurt – faktiskt barbecue og ‘syng við’. Men so hevur Gudmund Djurhuus hugsað hetta fleiri ferð ígjøgnum og vildi sleppa at royna tað, sigur Gissur Patursson.
MíttLand hevur manglað í Danmark
Hóast nógvir festivalar og stevnur hava verið gjøgnum summarið, har flestu bólkarnir hava spælt, so er fyriskiparin vísur í, at tørvur er, og altíð hevur verið, á slíkum tiltakið í Danmark.
- Gjøgnum tey seinasti 20 árini, tá vit (fyrireikarirnir, red.) hava prátað við fólk í Danmark, so hevur altíð verið tosað um, at tað manglar eitt tiltak í Danmark, har føroyingar kunnu møtast við sanggleðini og heimlongslinum. Og tað vísti seg seinasta festival at hald var í prátinum, sigur samskiparin.
Hann leggur afturat, at útyvir tónleikin, so snýr festivalurin seg eins nógv um løtuna, at hitta kenningar og njóta umhvørvið úti á Femøren.
Kritikkur til eftirtektar
Tær broytingar, ið eru gjørdar síðan seinasta festival, standast ikki burturúr ongum. Gissur Patursson stendur við, at sumt eydnaðist minni væl síðsta ár. Millum annað, at útselt var fyri øl og ov fá sitipláss.
Kritikkurin er sambært Gissur Patursson tikin til eftirtektar, men hann heldur tó ikki, at tað, ið miseydnaðist, neyturviliga skal vera neiligt.
- Tað vóru summi ting, sum kiksaðu síðsta ár, og tey er rættiliga jalig í okkara verð, tí tað eru ting, sum vit kunnu gera betur. Og tað hava vit í ár, sigur hann.
Hann garanterar, at ølirnar ikki vera útseldar í ár. Eiheldur fer vatn og vesi-pappír at mangla.
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |