- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Tað ræður um at kasta seg út í tað
Í novembur verður heimskendi sangleikurin Grease framførdur av miðnámsskúlanæmingum í Norðurlandahúsinum, og komandi vikuskifti verður møguleiki hjá øllum at royna seg. Upptøkuroyndirnar til leikin verða nemliga 23. og 24. august. Í hesum sambandi hevur Röddin fingið eitt skjótt orð á Jákup Veyhe, ið skal leikstjórna nógv umtalaða sangleikin.
- Seinast var tað ein nýskrivaður, føroyskur leikur, Audition. Í ár er tað so hinvegin ein vælkendur sangleikur. Í millum sangleikir er Grease ein klassikari! Hann hevur nógvar góðar sangir og egnar seg sera væl sum skúlaleik, sigur Jákup.
Leitað verður eftir millum 40 og 50 ungdómum, um dansarar, sangarar og tónleikarar eru taldir við.
- Hetta er ein sangleikur, so evnini at raka tónar hava týdning. Men tað veldst til hvønn leiklut. Latum okkum síggja fólkini til upptøkuroyndina fyrst. Síðani fara vit at leggja putlispælið um, hvør skal við, sigur leikstjórin.
Spurdur um hann hevur nøkur góð ráð til tey, ið vilja royna seg til upptøkuroyndirnar í vikuskiftinum, sigur hann:
- Tað er skilagott at vera úthvíld/ur og at vera væl fyri tann dagin. Og tað ræður um at kasta seg útí tað, ikki at vera smæðin og at tora at vísa, hvat mann dugur. Ein upptøkuroynd er sum ein eksamia - ger títt besta ta løtuna.
- Umsett leikin hevur Sámal Soll. Sigrið Sivertsen tekur sær av sangvenjing, Torleik Mortensen og Hans Pauli Torgarð av tónleikinum, meðan Sakaris Sørensen og Hans Oliver Joensen verða við sum ráðgevar. Sirena Quetzal stendur fyri koreografi, Guðrún Öyahals fyri pallsnið, Árni Baldvinson fyri ljósi, Alexander Gaard fyri ljóði, og pallstjóri er Guðrun Eysturlíð. Tekniski Skúli tekur sær av pallsmíði, búnum og sminku. Umframt hesi verða lærarar frá øllum miðnámsskúlum í Havn knýttir at leikinum. Og helst havi eg gloymt nøkur nøvn eisini, leggur Veyhe skemtiliga afturat.
Venjingarnar til Grease byrja beinanvegin, og ætlar ein sær við, er neyðugt, at ein kann venja gerandisdagar, í vikuskiftunum og í heystferiuni. Sangleikurin verður frumframførdur 7. novembur í Norðurlandahúsinum.
Spurdur, um hann er spentur at fara í holt við leikin, svarar Jákup:
- Ja, sjálvsagt! Ein leikur verður altíð sum eins egna barn - tú gerst spentur og eymur um hann.
Melda teg til upptøkuroynd til Grease við at senda teldupost til sangleikur@gmail.com. Minst til at viðmerkja navn, aldur, bústað, telefonnummar og skúla. Seinasta freist at senda inn umsóknina er í morgin, hósdagin 21. august.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |