- Tíðindi, mentan og ítróttur
Signar Í Homrum: Í dag er Várharra í øllum førum ikki ímóti okkum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-forsida-stor/public/_mg_6566.jpg?itok=0IrgYKzm)
Sólin skein oman og niðan, tá ein ørgrynni av fólkum í øllum aldri gingu skrúðgongu oman eftir Havnargøtum.
Tað er felagskapurin LGBT, sum skipaði fyri árligu Faroe Pride skrúðgonguni, sum er til frama fyri rættindunum hjá teimum samkyndu.
Byrjað varð við Gundadalshøllini, har Jóhan í Kollafirði var vertur. Fólk gjørdu seg til reiðar at fara í skrúðgongu við at mála ælabogar á kjálkan, fáa fløgg og skeltir bjóðað frá LGBT. Síðan varð gingið oman gjøgnum miðbýin, har endað varð niðri á Skálatrøð.
Tey luttakandi á konsertini vóru m.a. Byrta, Hanus G. Johansen, The Dietrichs og Signar í Homrum. Harafturat førdi Marita Thomsen fram røðu.
Nógv fólk vóru við í skrúðgonguni. Eiler Fagraklett, nevndarlimur í LGBT, mettir, at tað í øllum førum ikki vóru minni av fólki enn í 2012, tá løgreglan metti, at 5000 fólk vóru í skrúðgonguni.
Mynd: Sonja Wang Hansen
Signar Í Homrum var ein teirra, ið framførdi til árliga Faroe Pride átakið.
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |