- Tíðindi, mentan og ítróttur
Firmakapping í flogbólti: Uppsummering
Árliga firmakappingin hjá Fleyr var í dag í Gundadalshøllini. Bank Nordik fór avstað við fyrstaplássinum, Politiið tók annað plássið, meðan Almannaverkið endaði á triðja einum plássi.
Kappingin var skipað soleiðis, at liðini vórðu deild í tríggjar bólkar. Nummar 1 og 2 úr hvørjum bólki fóru víðari til semifinalu. Í semifinalunum møttust MBM og Politiið, Bank Nordik og Nema, og til síðst Bowlinghøllin og Landsverk. Her endaðu Bank Nordik og Politiið í finaluni, og Bank Nordik vann spennandi finaluna.
Vit úr Röddini vóru eisini við, men hvussu tað gekk, er ikki nakað at reypa av - vit endaðu aftast í okkara bólki og komu tískil ikki víðari.
Kortini kann annað ikki sigast, enn at hetta var ein góður dagur, og Röddin verður heilt sikkurt við aftur í næsta ár, har vit taka fyrsta plássið!
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |