ONCE útgávukonsert

ONCE útgávukonsert
Í kvøld er Christiania karmur, tá Dánjal hevur útgávukonsert við nýggjastu fløguni ONCE.
12.04.2014 - 15:00

Keypmannahavn er prýtt við plakatum, og nú eru fáir tímar til Dánjal á Neystabø traðkar á pall við fullari manning.

 

- Vit vænta nógv fólk, tað verður eitt fjølbroytt tiltak. Vit hava góðar bólkar at hita upp, og konsertirnar hjá Dánjal eru altíð ein uppliving, sigur Edmund S. Jacobsen, sum stendur fyri at lýsa konsertina.
 

Á ONCE eru fimm løg, sum tilsamans taka 26 min at lurta eftir. Fløgan er ein brellbiti til fullu fløguna, sum kemur út í september. Við á fløguni hevur Dánjal strúkarar, blásarar, kór og mangt annað.

 

Umframt løg av nýggju fløguni, fer Dánjal at spæla løg frá gomlu fløguni, og eisini nøkur frá tí komandi.

Konsertin verður í Byens Lys, sum liggur í innara Christiania, beint við síðunar av Månefiskeren. Byens Lys er gamalt spælistað og biografur.

Steso (FO) og Psykedelisk lirekasse show (DK) hita upp.

 

Dyrnar lata upp kl 20, og fyrsti bólkurin fer á pall kl 21. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.