Mínir gerandisdagar vóru sum ein skøvað fløga

Mynd: © Una Nielsdóttir Galán
Mínir gerandisdagar vóru sum ein skøvað fløga
17 ára gamla havnagentan Una Nielsdóttir Galán var millum tey mongu, sum fylgdi Hoydalsstreyminum eftir at hava lokið 9.flokk. Hjá Unu skuldi student bara verða yvirstaðið.
01.04.2014 - 08:15

-Fyrsta skúladag stóð eg har, eins og øll hini, og ikki vistu við vissu, hvat hesu trý árini fóru at bjóða. Men tað var eisini líkamikið, tí í student skuldi eg, greiðir Una álvarsliga frá.

Øll hini fóru í student, og tískil tóktist tað onkursvegna sjálvsagt, at eg eisini fór.

 

Una hevur altíð dámt avbjóðingar og at sleppa at vera kreativ. Stóra pressið í skúlanum forðaði henni at gera tað, hon droymdi um, og tískil var seinasta tíðin í student heldur drúgv.

 

Hon troyttaðist av tí einsháttaða gerandisdegnum, har hon næstan hvønn dag fór í skúla at síggja tey somu fólkini og hava tey somu fakini. Una greiðir frá, at hennara dagar vóru steðgaðir upp, eins og ein skøvað fløga.

 

-Eg hevði eitt sindur torført við at taka støðu til, hvat eg heldur vildi takast við. Tað kom ikki upp á tal at steðga í skúlanum, áðrenn eg hevði funnið annað at gera. Tískil leitaði eg sum svøk eftir háskúlum og øðrum, sum kundi havt mín áhuga.

 

Foreldur hennara royndu at yvirtala hana at verða verandi í Føroyum, soleiðis hon kundi fáa lokið studentaskúlan, men tað eydnaðist teimum ikki. Una er ein heldur treisk týpa, ið ikki gevist, tá hon hevur sett sær fyri onkrum. Tískil gekk tað ikki leingi til foreldrini viðurkendu, at har var als einki at gera – Una skuldi avstað.

 

-At standa á flogvøllinum við fullum kufferti og einum einvegis ferðaseðli, kendist heilt ótrúliga løgið! Eg hevði onga hóming av, hvat teir næstu mánaðirnir høvdu at bjóða mær, greiðir Una frá. Eg veittraði mammu, Føroyum og vanliga gerandisdegnum farvæl og steig umborð á flogfarið. Nú var ævintýraferðin byrjað.

 

Fyrsta keypið var ein súkkla. Tað er jú lívsneyðugt, um ein skal klára seg á flatlondum, greiðir Una frá við einum brosi. Við nýggju súkkluni, stóra kuffertinum og bassgittara undir ørmunum megnaði Una at stríða seg fram á háskúlan í Hillerød við hjálp frá einari barndómsvinkonu.

 

Á háskúlanum hevur Una fríar teymar til at vera kreativ og annars gera tað, sum hon hevur áhuga fyri. Hon er hvønn dag saman við yvir hundrað øðrum, har tey so at siga gera alt saman.

 

-Bert eftir nøkrum fáum døgum hevði eg møtt nøkrum av teimum mest fantastisku fólkunum nakrantíð. Hvønn morgun vakni eg og eri klár til ein nýggjan dag, sum kann bjóða hvat sum helst. Hvør dagur er nýggjur, og eingin er sum dagurin fyri.

 

Tá eg spyrji Unu, um hon á nakran hátt angrar avgerðina, hon tók, sigur hon: Als ikki! Hetta er uttan iva besta avgerðin, eg nakrantíð havi tikið. Hetta er so avgjørt nakað, eg vil viðmæla øllum til at gera!”

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.