- Tíðindi, mentan og ítróttur
Elias Blog
Sunnudag seinnapart havi eg avtalað at møtast við Eliasi. Baresso er stongt, so eg eri noydd at bíða uttanfyri í køliga kvøldarveðrinum. Bara tað ikki fer at regna!
Sum eg standi og skimist, um hann man vera farin framvið, hómast ein ungur, vælklæddur drongur gangandi frá tokinum. Hann er lættur at kenna aftur, sær út júst sum á filmunum, sum hann íðin leggur út á Facebook.
Hálvur føroyingur
Fittur og fyrikomandi, og meðan vit heilsast, avtala vit at ganga oman eftir Købmagergade, eitt Sunset liggur longur niðri, og tað er heilt víst opið.
Samrøðan byrjar beinan vegin meðan vit ganga, og føroyingar millum er tað er upplagt at byrja við at plasera. Hálvur ella heilur føroyingur og hvaðani í Føroyum kemur hann?
- Eg eri hálvur føroyingur, mamma mín er úr Havn. Eg eri vaksin upp í Danmark, í Keypmannahavn, men havi búð í Føroyum í eitt ár, tá babba skuldi til Føroyar í arbeiðisørindum.
Tað hoyrist, at Elias er føroyakendur, hann kennir Havnina og hennara serstøð.
- Vit eru í Føroyum fleiri ferðir um árið, og hvørt summar eri eg einar tríggjar vikur í Føroyum, tað dámar mær væl.
- Tað, mær dámar best við Føroyum er frælsið, eg kann gera akkurát tað, sum eg havi hug til. Sjálvt um klokkan er 5 um morgunin, kann mann bara fara út og oman í býin, tað er ikki vanligt at gera her.
Bloggaralív
Fyri trimum árum síðani byrjaði Elias at blogga á YouTube, men eftir eitt ár, hevði hann ikki fingið nokk av hyggjarum, so hann valdi at byrja at blogga á Facebook í staðin.
- 200 hyggjarar uppá eitt ár, tað var ov lítið, so byrjaði eg at blogga á Facebook. Tað gekk munandi betur, tí aftaná umleið ein mánaða hevði eg 20.000 fylgjarar.
Nú, tvey ár síðani Elias byrjaði at blogga á Facebook, hevur hann fingið heili 36.000 fylgjarar, og talið bara veksur.
- Mær dámar væl at undirhalda fólki, og tí bloggi eg. Mær dámar at standa framman fyri einum kamera. Fólk kunnu halda tað vera løgið at standa og tosa við eitt kamera, men mær hevur altíð dámt tað væl.
- Eg brúki ógvuliga nógva tíð uppá bloggin, onkuntíð ov nógva. Tað kann lætt fara við nógvari tíð, um eg allatíð skal fylgja við hvat aftursvar eg fái uppá tað, sum eg leggi út. Tí havi eg lært meg at taka pausu frá blogginum, til dømis tá eg skal gera lektiur.
“Elias gør de ting han bliver bedt om”
Á blogginum liggja fleiri gerandismyndir, alt frá einum nýggjum ‘outfit’ til fimleikavenjingar. Tó eru tað filmarnir, sum fylla mest. Hann ger fleiri gerandishermingar, og so tað kenda “Elias gør de ting han bliver bedt om” har hann ger alt frá at renna hálvnakin í kava til at eta eina rugbreyðsflís, meðan hann stendur á hondum! Hvaðani kemur hesin íblásturin?
- Eg fái serliga íblástur frá enskum bloggarum á YouTube, har eru fleiri bloggarir, sum gera filmar sum eg. Serliga ein, sum eitur Pewdiepie ger filmarnar “Pewds does everything“. Hann fær fólk at skriva sær útfordringar, sum hann so skal gera. Hesum geri eg eisini nógv av.
- Eg filmi alt sjálvur, men onkuntíð má eg fáa onkran til at filma, um eg geri okkurt heilt serligt. Men vanliga filmi og klippi eg alt sjálvur.
Føroyar eru lítlar, men av teimum 36.000 fylgjarunum hjá Eliasi, eru 2000 Føroyingar. Hetta ger, at hann ofta verður kendur aftur, tá hann er í Føroyum. Men hetta hendur eisini í Danmark, tað eri eg sjálv vitni til. Alla samrøðuna hoyrast fnisandi gentur aftanfyri meg! Beint áðrenn vit fara avstað fer hesin herðurin av 13 ára gomlum út, og tær fara ikki uttan at siga bei við Elias áðrenn.
- Í byrjanini var tað nokk so løgið at vera kendur aftur á gøtuni, eg var jú ikki vanur við, at fólk vildu hava myndir og autografar frá mær. Hetta hendir serliga, tá eg eri í býnum í Føroyum. Einaferð, tá ein genta sá meg, fór hon at gráta, tí hon var so glað fyri at síggja meg, tað var rættiliga løgið at uppliva.
ADHD
Á blogginum er Elias ógvuliga opin um, at hann hevur adhd, sum ger, at hann hevur ringt við at konsentrera seg í langa tíð. Í einum filmi greiður Elias frá hvat tað merkir at hava adhd, og hvussu tað er.
- Eg havi nøkur impulsir, sum allatíð eru í gongd. Á ein hátt hjálpir tað mær, at hava adhd, tí tað ger, at eg tori at vera eg sjálvur, og tað ger eisini, at eg dugi at vera í fokus. Tó eru tað eisini fleiri keðiligar síður, til dømis havi eg ringt við at skula vera heima ávísar tíðir.
- Eg eri opin um tað, tí eg haldi, at fólk skulu vita, at tað er í lagi at hava adhd. Man er ikki øðrvísi, bara tí mann hevur adhd.
Framtíðin
Tað ber til at liva av at blogga, og tað hevði Elias heilt vist tímað, um hann kundi. Hetta krevst, at mann verður kendur á YouTube ella við egnari heimasíðu.
Í løtuni gongur Elias í 9.flokki, og hann er eitt sindur ivasamur um, hvat fer at henda eftir summarferiuna.
- Kanska eg flyti til Føroyar fyri at arbeiða í eitt ár, tað kann væl henda.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |