Angela Merkel við Hitler-yvirskeggi

Angela Merkel við Hitler-yvirskeggi
Týski kanslarin, Angela Merkel, fekk ein óheldigan skugga á seg, so tað sá út sum, hon hevði fingið sær "Hitler-yvirskegg".
26.02.2014 - 12:15

Ein stuttlig og óheldig mynd av Angela Merkel hevur breitt seg víða á netinum seinasta døgnið. Merkel, sum er týski kanslarin, fekk ein heldur óheldigan skugga kastaðan yvir seg, sum ikki minnir sørt um eyðkenda Hitler-yvirskeggið.

 

Tað er ísrelski forsetisráharrin, Benyamin Netanyahu, ið eigur fingurin til skuggan. Hann peikaði móti pallinum, og fingurin og ljósið lógu soleiðis fyri, at skuggin rakti beint undir nøsina hjá Merkel.

 

Hvat er tað ikki ironiskt, at hendan støðan kemur fyri millum leiðararnar fyri ávíkavíst Týskland og Ísreal, nú tá hesi londini hava eina so ógloymandi søgu við Hitler á odda fyri Týskland undir øðrum heimsbardaga?  

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.