- Tíðindi, mentan og ítróttur
Full vika av jassi

Hetta er sætta árið á rað, at tiltakið Vetrarjazz verður hildið, og í ár verða konsertir hildnar ymsastaðni í Havn og í Tøting í Gøtu.
Kristian Blak, fyriskipari, sigur við Röddina, at tað er av alstórum týdningi, at jasstónleikarar fáa møguleikan at framføra, tí alt ov lítið pláss er til hesa sjangruna í Føroyum.
- Tað er eitt vælsignilsi, at vit, sum eru eitt so lítið samfelag, eiga ein so ríkan tónleikapall við øllum frá blues til techno og frá indie til klassiskt. Men ofta fáa lítlu sjangrurnar ov lítið pláss, og tí er tørvur á einum tiltaki, har tær fáa fult rásarúm.
Hann greiðir frá, at tað er Jazzfelagið, sum fyrireikar konsertirnar, og Jazztónleikarafelagið hevur staðið fyri at skaffa tónleikararnar. Sjálvur sigur hann, at tiltakið er lagt um veturin við vilja, tí føroyska summarið er altíð fylt við tónleiki, men hinir sjey mánaðirnir eiga eisini at verða brúktir til fulnar.
Jassur hevur verið til í Føroyum síðan 1924, tá tónleikarar byrjaðu at spæla hann í Havn og á Tvøroyri. Síðan hevur hann verið vælumtóktur og dottin niður fyri aftur, men Kristian metir, at nú hava serliga ung fólk tikið jass til sín aftur.
- Skráin er fylt við bæði føroyskum og útlendskum tónleikarum, og allir aldursbólkar eru umboðaðir. Leygardagin verður jassur í Havnar Kirkju, og sunnudagin verður barnajassur við Ævintýraferðini í Norðurlandahúsinum. Annars eru nógvar kafeir, har bæði ung og gomul ganga, pallur fyri tónleikarunum.
Allar konsertirnar uttan tvær eru ókeypis. Síggj alla skránna fyri Vetrarjazz her.
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |