Poul Andrias Ziska: Frá pitsakokki til heimselituna

Poul Andrias Ziska: Frá pitsakokki til heimselituna
Vangamyndin í dag er av Poul Andriasi Ziska, havnarmanninum, sum byrjaði sína lívsleið við pitsaborðið í Pizza67, og sum nú, einans 23 ára gamal, skal standa á odda fyri okkara egnu, heimskendu KOKS.
28.01.2014 - 12:30

Í svørtum Cheap Monday skinny jeans og frísutum hári rennur nýggi høvuðskokkurin á KOKS runt í lítla køkinum, har kokkatoymið ger klárt til kvøldsins borðreiðing. Hvíttkál verður skorið í tunnar flísar, dressingur verður heltur í tupur, og niðri undir liggur ein frískur hemari og bíðar eftir at verða framleiddur til gourmetmat.

 

Tað er gerandisdagur á matstovuni, men handan róðrið stendur nú nýggi høvuðskokkurin Poul Andrias Ziska.

 

Tað kom óvart á Poul Andrias, tá hann varð uppringdur av stjóranum og bjóðaður starvið sum høvuðskokkur á KOKS. Við damu og soni í Keypmannahavn var ikki bara sum at siga tað at flyta aftur til Føroya at búgva og arbeiða fulla tíð, men áhugin og drívmegin innan kokkastarvið leiddu hann at taka av tilboðnum.

 

- Eg byrjaði sum pitsakokkur á Pizza67 sum 14 ára gamal, og síðan varð eg kokkalærlingur á fyrrverandi Gourmet í Havn. Eg havi onga miðnámsútbúgving, tí hetta er tað, eg brenni fyri.

 

Poul Andrias er sera fyrikomandi, blíður og róligur, tá Röddin hittir hann uppi á KOKS hendan týsmorgunin, og tað er ringt at ímynda sær, at hesin maðurin hevur valt eina lívsleið innan eina av teimum mest streingjandi vinnugreinunum í heiminum. Fyrst starvaðist hann sum pitsakokkur, og síðan fór hann í læru á Gourmet. Eftir, at hann bleiv útlærdur, byrjaði hann í starvi hjá tvístjørnaðu Michelin matstovuni Geranium, og eftir nýggjárið var ætlanin, at hann skuldi gerast tænaralærlingur á heimsins næstbestu matstovu, NOMA.

 

- Eg ætlaði í læru sum tænari fyri at fáa breiðari vitan innan vín, smakkir og tænastu. Men so kom hetta tilboðið, og tað var ov gott til at lata fara framvið.

 

Poul Andrias er sera áhugaður í sínum yrki, og sjálvt frítíðina nýtir hann at finna sær vitan um altjóða rák innan mat og matgerð. Hansara uppgáva á KOKS verður ikki longur at standa og røra í sósini, tí nú er tað hann, ið skal lyfta arvin eftir fyrrverandi høvuðskokkin og lærumeistara sínum, Leif Sørensen, ið av álvara skapti samleikan hjá KOKS við føroyskum mati í heimsklassa, og harvið setti Føroyar á heimskortið innan fína matlist. So hvussu fer KOKS at verða undir nýggju leiðsluni av Poul Andriasi?

 

- Vit varðveita sjálvandi okkara høga støði við rávørum í heimsflokki og tænastu á hægsta støði. Eg havi eitt fantastiskt toymi av kokkum, tænarum og øðrum afturat mær, og saman fara vit at royna nýggjar leiðir innan matlist við tí føroyska samleikanum í miðdeplinum.

 

Tá aðrir 23 ára gamlir dreingir ganga í býnum og taka sær av løttum, hevur Poul Andrias valt at arbeiða hart og miðvíst innan sítt yrki. Og lívið sum kokkur er veruliga hart. Hetta royndu teir av álvara á egnum holdi, tá KOKS í fjør varð tilnevnd av Den Danske Spiseguide sum besta matstova í kongaríkinum. Tá fyrireikaðu Poul Andrias og starvsfelagar hansara døgurðan frá klokkan níggju mánamorgun til klokkan seks týsmorgun, síðan svóvu teir í tveir tímar, og klokkan átta týsmorgun stóðu teir klárir í búnanum at borðreiða døgurðan fyri gestunum. Men hevur hann longu nátt hægsta punkti í yrkisleiðini?

 

- Tað haldi eg ikki. Innan hesa vinnuna kunnu vit ongantíð steðga við at vera nýhugsandi, og umrøðan, KOKS hevur fingið í altjóða høpi, setir stór krøv til okkum. Nú eri eg júst byrjaður her, so eg veit ikki enn, hvat framtíðin bjóðar, men beint nú skulu vit arbeiða víðari fyri at menna tað góða umdømið, KOKS og føroyska matmentanin hevur bæði her heima og í útheimi.

 

Lurta eftir Reiðrinum sunnukvøldið, tá Poul Andrias greiðir víðari frá sínari lívsleið og sínum ætlanum sum nýggi høvuðskokkurin á KOKS.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.