- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vangamyndin: Punjab

Bólkurin Punjab varð stovnaður, meðan teir gingu í 10. flokki í Nám X í Eysturskúlanum. Teir hava gjørt nógv um seg síðan tá, og nógv potentiali liggur í tí, teir gera.
Árni Johannesson (vocal), Matthias Kjølbro (saxofon), Kristian Pauli Ellefsen (klaver), Tórður Dam Jacobsen (trummur), Kári Ellingsgaard (bass) og Robert Bjarnason (guitar) eru teir seks ungu havnarmenninir, ið manna bólkin.
Hóskvøldið spældu frísku ungu dreingirnir eina konsert í Sirkus. Har var næstan ikki gangandi fyri fólki, og stemningurin var í topp. Teir vóru væl upplagdir og "fyrede den af", sum mann sigur á góðum donskum. Eg havi fingið orðið á nakrar av limunum og spurt teir, hvussu teir halda, tað gekk:
- Tað gekk væl í kvøld. Har vóru øgiliga nógv fólk, so tað var ordiliga stuttligt, at fólkini vóru so við uppá tað, sigur ein vælnøgdur Kári.
Punjab spæla egið tilfar, og m.a. spældu teir eitt lag, sum trummuspælarin Tórður hevur skrivað. Men síðsta lagið hjá teimum hóskvøldið var ein tulking av vælkenda lagnum Walking By Myself hjá Gary Moore, sála. Hóast nógvu orkuna teir brúktu gjøgnum alt kvøldið, megnaðu teir at spæla hetta feita blues-rock lagið til fulnar.
Tá eg spyrji teir, hvør stílurin hjá teimum er, flenna teir og siga ”tað er so tað…”. Høvuðsstílurin er rock 'n’ roll, men teir hava givið tí eitt tvist við blues og jazz.
- Eg sigi sum ein góður maður segði einaferð: inspiratión er fyri taparar, sigur Árni um teirra íblástur, og so flenna allir hinir játtandi.
Tá mann hugsar um ein rock'n’ roll bólk, er tað sjáldan, at mann sær eina saxofon hava so stóran leiklut sum í Punjab. Saxofonin hjá Matthias er væl dámd áskoðaranna millum; serliga beyt eg merki í, hvussu fleiri í steðginum tosaðu um, hvussu væl tey hildu saxofonina rigga til heildina.
- Eg spældi upprunaliga gittara, men tá eg kom í hendan bólkin, sá eg, hvussu dugnaligir hinir vóru. Eg spældi saxofon við síðurna av, og so royndu vit at blanda hana uppí, og úrslitið bleiv so hetta, sigur saxofonisturin Matthias, meðan hinir leggja aftrat, at "tað funkaði" við saxofonini.
Teir siga, at teirra samstarv funkar beint nú, og útlitini eru góð fyri framtíðina, tí allir eru í Føroyum í minst tvey ár afturat. Teir vilja halda áfram at koyra á, tí teir elska tað, men annars vita teir, ikki hvat fer at henda við Punjab, tá teir hava lokið miðnámsútbúgvingina. Men nær kunnu vit so vænta eina fløgu frá Punjab og/ella hoyra teir í umfari í útvarpinum?
- Haha, tað er so tað… Vit mugu fyrst í upptøkuhølið, áðrenn nakað annað hendir. Vit hava ætlað at taka smærri upptøkur upp, sum vit kunnu leggja út á Youtube og Facebook og kanska senda í umfar í útvarpinum, tí so koma vit jú út við onkrum, sigur Árni at enda.
Kristian Pauli endaði samrøðuna við at skála, og aftaná, at tey flestu vóru farin heim, sást hann uppi á loftinum í Sirkus sitandi við klaverið. Ein stórur flokkur av fólki savnaðist rundan um hann, har øll sungu hart við til jammið við løgum sum ”I en lille båd der gynger” hjá Bamses Venner og ”Piano Man” hjá Billy Joel.
Myndir frá konsertini eru at síggja her.
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |