KIDD við nýggjum tónleiki

Umvegis Politiken.dk
KIDD við nýggjum tónleiki
Seinastu tíðina hevur ikki verið nógv at hoyrt til provokerandi rapparan, Kidd. Hann segði, hann gavst við tónleikinum, men nú er hann við at leggja síðstu hondina á nýggja fløgu.
20.01.2014 - 16:45

So lætt sleppa vit ikki frá provokerandi og originala rapparanum, Kidd, sum í 2012 bar fram, at hann gavst við tónleikinum. Eftir langa tøgn frá honum, kemur ein nýggj fløga út 16. mars, sambærrt Denfrie.

 

Kidd breyt ígjøgnum í 2011 við staklagnum "Ik' lavet penge", og hann gav eisini EP'ina "Greatest Hits" út stutt eftir fyrsta staklag hansara. Fyrstu sangirnir hjá honum legði hann út á Youtube, og tað var her hansara yrkisleið byrjaði við skjótari ferð. Hann fór frá at samla fløskur fyri at gjalda sína húsaleigu, til at verða frontmaðurin innan fyri danskt rapp.  

 

Fólk lýsa hann sera ymisk. Summi lýsa hann sum eitt flogvit og listarligt undur, meðan onnur siga, hann ikki hoyrir heima í tónleikabransjuni, og hvørki høvd ella hali er í tí, hann ger.

 

Í 2012 boðaði hann frá í sendingini "Clement Søndag" á DR1, at hann steðgaði við tónleikinum. Her greiddi hann frá, at alt hansara sokallaða "Kidd-projekt" bara var skemt. Nakrar sangir skrivaði hann uppá einans 10 minuttir, og tí pointeraði hann, at hetta projektið hjá honum hevur víst, hvussu ókritisk fólk eru.

 

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.