Ársins nomineraðu til Brit Awards 2014 avdúkað

Ársins nomineraðu til Brit Awards 2014 avdúkað
Arctic Monkeys, James Blake og Ellie Goulding eru nøkur av nøvnunum, sum eru nominerað til ársins Brit Awards í London í februar. John Grant, sum skuldi framføra á G! í 2012, er eisini millum mongu nøvnini.
10.01.2014 - 09:15

Í gjár vórðu tey nomineraðu nøvnini til Brit Awards 2014 avdúkað. Tiltakið verður 19. februar í O2 Arena í London og fer at heiðra tónleikarum, sum hava gjørt um seg seinasta árið.

 

Millum nomineraðu nøvnini eru bólkarnir Arctic Monkeys og Haim. Hesir báðir bólkarnir eru millum tey longu fáu avdúkaðu nøvnini á komandi Roskilde Festivali. Serliga hava Arctic Monkeys gjørt nógv um seg í 2013 við nýggju fløgu teirra, AM, sum eisini er nominerað sum besta album.

 

Ein áhugaverdur sangari fyri okkum føroyingar er nomineraður sum ársins altjóða sangari. Tað er John Grant. Tað var meiningin,at hann skuldi koma á G! 2012 og framføra, men fekk ikki komið orsakað av nógva mjørkanum. Síðan tá hevur hann gjørt nógv um seg. Her ber til at síggja hann framføra í talkshownum hjá Letterman í gjár.

 

Í fjør vunnu m.a. kenningar sum Mumford & Sons, Ben Howard, Frank Ocean og Coldplay hvør sína grein.

 

Fleiri koma eisini at spæla til tiltakið. Arctic Monkeys, Katy Perry, Ellie Goulding, Bruno Mars, Bastille og Rudimental koma at framføra beinleiðis.

 

Øll tey nomineraðu til ymsu greinarnar:

 

Bretski sangari:

David Bowie
Jake Bugg 
James Blake
John Newman 
Tom Odell

Bretska sangarinna:

Birdy
Ellie Goulding
Jessie J 
Laura Marling 
Laura Mvula 

Bretski bólkur:

Arctic Monkeys 
Bastille 
Disclosure 
One Direction 
Rudimental 

“British breakthrough act”:

Bastille 
Disclosure 
Laura Mvula
London Grammar
Tom Odell

Kritikkarar velja:

Sam Smith (Vinnari) 
Chlöe Howl
Ella Eyre

Bretska staklag:

Bastille - Pompeii
Calvin Harris/Ellie Goulding - I Need Your Love 
Disclosure ft AlunaGeorge - White Noise 
Ellie Goulding - Burn 
John Newman - Love Me Again
Naughty Boy ft Sam Smith - La La La
Olly Murs - Dear Darlin' 
One Direction - One Way Or Another (Teenage Kicks) 
Passenger - Let Her Go 
Rudimental ft Ella Eyre - Waiting All Night 

Ársins bretska album:

Arctic Monkeys - AM 
Bastille - Bad Blood 
David Bowie - The Next Day
Disclosure - Settle 
Rudimental - Home 

Ársins bretski framleiðari:

Ethan Johns 
Flood (Mark Ellis) & Alan Moulder 
Paul Epworth

Altjóða sangari:

Bruno Mars 
Drake 
Eminem 
John Grant 
Justin Timberlake 

Altjóða sangarinna:

Janelle Monae 
Katy Perry 
Lady Gaga 
Lorde 
Pink 

Altjóði bólkur:

Arcade Fire 
Daft Punk 
Haim 
Kings of Leon
Macklemore & Ryan Lewis

 

(Kelda: NME.com)

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.