Føroysk kvinna tosar út um seksuelt misbrúk

Føroysk kvinna tosar út um seksuelt misbrúk
Føroysk kvinna greiðir Ekstrablaðnum frá, hvussu hon varð seksuelt misbrúkt gjøgnum sín barndóm av pápa sínum.
19.12.2013 - 13:45

57 ára gamla Ann-Mari, sum er ættað úr Føroyum, greiðir Ekstrablaðnum frá, hvussu pápi hennara seksuelt misbrúkti hana gjøgnum allan hennara barndóm.

 

Hon vil hava hetta fram alment, fyri at vísa á hvussu stórur trupulleiki pedofili er.

 

Sum tannáringur varð hon send burtur, og hon varð tvangsinnløgd sum vaksin. Hetta greiðir Ann-Mari alt frá í reportasjuni. Hon vísir eisini húsini, har alt byrjaði og tað mesta gekk fyri seg.

 

- Eg minnist, at mamma mín kom altið eftir mær um náttina, aftaná pápi mín hevði bankað hana undir trappuni - vit svóvu ikki, sigur Ann-Mari. 

 

Hon fortelur, at mamma hennara var kúgað, og tað var umráðandi fyri pápan, at tey skuldu vita, hann bestemmaði. Sum barn gekk hon á Ebenezer og Zarapta um summarið, og har varð hon eisini krenkað av pápanum'

 

Hetta ger ikki ímyndina av Føroyum sum "pædofilernes paradis" betur. Tílíkar greinar eru eisini komnar aftrat nú enn einaferð, síðan Ekstrablaðið gjørdi eina aðra reportasju fyrr í ár.

 

Til ber at síggja reportasjuna her.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.