- Tíðindi, mentan og ítróttur
Beyoncé útgivið nýggja fløgu

Beyoncé Knowles tók øll á bóli tíðliga í morgun, tá hon brádliga gav út eina nýggja fløgu á iTunes saman við einum sjónbandi til hvønn sang. Fløgan, ið ber heitið BEYONCÉ, hevur 14 nýggjar sangir, ið lýsa eina meira persónliga síðu av sangarinnuni.
Á “Drunk in Love” syngur hon saman við manninum Jay Z, og á sanginum “Blue” stendur eingin minni enn skjótt tvey ára gamla dóttirin Blue Ivy sum viðsangari. Eisini fær hon hjálp frá Frank Ocean og Drake á sangunum “Superpower” og “Mine”.
Fjepparar hjá Beyoncé hava víst sína nøgd á Twitter, har eyðkennið “Blue Ivy” liggur ovast av eyðkennisorðum, og sjálv sigur Beyoncé, at henda fløgan varð framleidd beinleiðis til fjeppararnar, og tí kom hon beinleiðis út á internetið,heldur enn í handlarnar. Altjóða miðlar rósa fløguni, sum eisini hevur fingið stjørnur sum Katy Perry og Lady Gaga at senda rósandi tweets.
Sangirnir og sjónbondini kunnu keypast á iTunes.
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |