Nýtt videolag frá Lív Næs um grindadráp

Nýtt videolag frá Lív Næs um grindadráp
Lív Næs er aktuell við nýggjum videolagið til sangin "Grind". Ætlanin við videolagnum, sum snýr seg um grindadráp, er ikki at skapa øsing, men at lýsa føroyskan sið.
10.12.2013 - 01:00

Sunnudagin kom videolagið "Grind" hjá Lív Næs út. Sum heitið á sanginum leggur upp til, lýsir videolagið føroyskt grindadráp. Talan er kortini ikki um dramatisku myndirnar av blóðreyðum havi og hvalum, ið verða skornir á háls, sum vit vanliga seta í samband við grindadráp. Hinvegin síggja vit føroyska summarsól, bláan sjógv og nakrar fittar ungar menn í føroyskum troyggjum, sum rógva. Bara í endanum eru tvey heilt skjót klipp av hvalum, sum liggja deyðir á rað. 

 

Tekstin til "Grind" hevur abbi Lív, Johannes Andreas Næs, eisini kendur sum Flóvin Flekk, skrivað. Lagið er av fløguni Keldufar, sum kom út í fjør. 

 

Hóast grindadráp, sum er so umstrítt uttanlands, kanska ikki tykist sum tann mest upplagdi hátturin at promovera føroyskan tónleik, ger Lív Næs greitt, at hon ikki ynskir at skapa øsing ella kjak. Hon vil bara lýsa ein føroyskan sið, sum framvegis spælir ein stóran leiklut í okkara mentan, skrivar hon undir sjónbandinum á Youtube. 

 

Rani Petersen hevur filmsstjórnað videolagið. 

 

Síggj "Grind" her!

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.