Skoytibreytin letur upp í dag

Skoytibreytin letur upp í dag
Í dag verður aftur møguleiki hjá øllum at fara ein túr oman á Vaglið at skoyta. Skoytibreytin letur upp klokkan 15.00.
04.12.2013 - 21:30

Í dag letur skoytubreytin í miðbýnum upp aftur. Hon verður opin fyri skúlum og fyritøkum fyrrapartin frá klokkan 09, og klokkan 15.00 verður hon eisini opin fyri almenninginum.

 

Skoytibreytin hevur fingið sera góða undirtøku, síðan Tórshavnar Kommuna í 2011 læt hana upp fyri fyrstu ferð. At byrja við var hon á Skálatrøð, men í fjør varð hon flutt yvir á Vaglið, tí tað lønaði seg betur. Hon bleiv munandi minni tá, men í ár er blivið víðkað nakrar fermetrar um breytina.

 

 Umframt at breytin er blivin størri, eru eisini aðrar broytingar í mun til hini árini. Røddin hevur fingið orðið á tær báðar Sissal Samuelsen og Gunnhild Persson, sum arbeiða á skoytubreytini.

 

- Vit hava víðkað um banan fyri at fáa pláss til fleiri fólk á bananum enn undanfarna árið. Har er pyntað og hugnað um eisini, so man kemur meiri í jólastemning. Har er eitt træ komið mitt á vøllin og eisini verður ein bonkur rundan um træið, siga Gunnhild og Sissal.

 

Meiningin var, at breytin skuldi lata upp 30. november, samstundis sum jólatræið varð tendrað. Men tað regnaði so mikið illa, at ísurin ikki náddi at frysta til tá, so tí er tað seinkað nakrar dagar.

 

Fleiri enn 15.000 fólk vitjaðu skoytibreytina í fjør. Sissal og Gunnhild vænta eins nógv vitjandi í ár.

 

- Luttøkan undanfarnu ár hevur verið góð. Í fjør vóru millum 15-20.000 fólk og skoytaðu. Vit vænta, at tað aftur fara at koma nógv fólk at skoyta í ár. Fólk plaga at lata væl at, tá skoytubreytin opnar aftur.

 

Breytin verður opin hvønn gerandisdag frá kl 09 – 22. Leygardagar frá kl 10 – 22 og sunnudagar frá kl 14 – 22.

 
 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.