- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjastu føroysku stuttfilmarnir og videoløgini víst í næstu viku
Mikudagin 11. desembur verður Norðurlandahúsið aftur karmur um føroyska filmskvøldið, har nýggjastu stuttfilmarnir og videoløgini verða sýnd fram. Teir átta filmsstjórarnir, sum hava verk við, kappast um at vinna Geytan, sum í ár verður latin fyri aðru ferð. Geyta-vinnarin fær 25.000 kr. og eina standmynd, sum Astrid Andreassen og Dávur Geyti hava gjørt. Tað er ein dómsnevnd, sum avger, hvør fer avstað við Geytanum. Eisini kunnu áskoðararnir atkvøða um, hvør skal hava áskoðaravirðislønina á 15.000 kr.
Í fjør vann Sakaris Stórá Geytan fyri filmin Summarnátt, meðan Annika á Lofti vann áskoðaravirðislønina fyri filmin Mist. Í ár kappast hesir filmarnir um Geytan:
Tú - sjónbandalag eftir Jóannes Lamhauge
Terminal - stuttfilmur eftir Dávur Djurhuus
Eina - stuttfilmur eftir Andrias Høgenni
True Love - stuttfilmur eftir Heiðrik á Heygum
Vetrarmorgun - stuttfilmur eftir Sakaris Stórá
Munsch - stuttfilmur eftir Jónfinn Stenberg
Byrta - tónleikavangamynd eftir Una Leitisstein Hansen
Lítla ljósið - animatiónsfilmur eftir Hans Kristian E. Hansen
Eisini verður dokumentarfilmurin Big Places hjá Thomas Koba vístur, men hann er ikki við í kappingini um virðislønirnar.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |