Samanumtikið: Hetta søgdu tey á Röddini í november

Samanumtikið: Hetta søgdu tey á Röddini í november
Tað besta við at starvast sum tíðindafólk er, at tú sleppur at tosa við eina ørgrynnu av áhugaverdum fólkum. Í november prátaðu vit við nógv ymisk fólk m. a. ein ferðaleiðara, ein gourmetkokk og ein diabetikara.
02.12.2013 - 08:30

 

- Spurningar sum, hví akkurát eg skuldi fáa diabetes,  byrjaðu at mæla í høvdinum á mær. Ongin í familjuni hevði diabetes, og tí hevði eg ilt við at góðtaka, at júst eg skuldi blíva rakt. Mítt lív fór ongantíð at gerast tað sama eftir læknaviðtaluna.

21 ára gamla Eva Maria í Dali varnaðist fyri tveimum árum síðani, at hon hevði diabetes 1, tá ið kiloini brádliga byrjaðu at flúgva av.
 

 

- Stoffir hoyra altso ongastaðni heima! Til helvitis við stoffum! Ikki eingong til ein djúpt deprimeraðan zoologiskan apukatt. Altso, hví vilja tit forkoma tykkum, fyri hareftir at vakna upp í helviti?

Sjúrður Højgaard er ein av teimum, sum ikki heldur, at ungdómurin í Føroyum skikkar sær væl.

 


- Eg minnist væl fyrstu ferðina, eg bleiv ringd upp á miðjari nátt, tí eitt ferðafólk hevði fingið hjartastopp. Eisini minnist eg, tá tveir gestir høvdu barst, drukkið, tikið rúsevni og fullkomiliga oyðilagt eitt hotelkamar. Eg gloymi tó heldur ikki tá, vit fingu feedback frá gestunum, og mítt navn var nevnt fleiri ferðir. Tað er júst hetta, sum er motiverandi. Tú veitst, at tú hevur ein umráðandi leiklut, tá fleiri túsund fólk njóta nakrar av mest umráðandi døgunum um árið.

23 ára gamla Lillian Dalsgaard er ferðaleiðari á Kap Verde í Afrika.

 

 

- Tað hevði verið nógv lættari hjá fólki at fyrihildið seg til, at eg til dømis segði, at eg havi krabbamein og liggi á sjúkrahúsinum. So høvdu fólk kunnað sagt "íjøsus, tað var keðiligt, eg hopi at tað fer at ganga" og alt hetta her, men tá tað kemur til sálina, tá er tað so eymt, at fólk tey vita ikki hvat tey skulu gera. So tað er eitt sindur soleiðis … Mín familja kemur sjálvandi, og tað er deiligt, men míni vinfólk, havi eg ofta upplivað, at tey tora ikki inn her.

Karin (dulnevni, red.) er innløgd á psykiatrisku deild. Karin var fyrstu ferð hjá læknanum í mai, tá ið hon fekk staðfest tunglyndi.

 


- Vit mugu hugsa alternativt fyri at búgva her á landi - hugsa og gera tingini eitt sindur øðrvísi, enn hvat øll onnur gera, og hvat er vanligt. Konservatisma og vanahugsan tekur lívið av okkum, og tí skulu vit ikki altíð verða so bangin fyri onkrum øðrvísi og nýggjum. Men lat okkum ikki gloyma tað gamla, men tað má ikki rura okkum í blund, sigur Leif Sørensen at enda.

Leif Sørensen er høvuðskokkur á fínu matstovuni KOKS.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.