- Tíðindi, mentan og ítróttur
Studentaskúlanæmingur: Vit liva í støðugum ótta
Tað er ikki altíð líka stuttligt at ganga í skúla, men sambært danska studentaskúlanæminginum Lauru Meier Hagested snýr tað seg ikki bara um at vinna á reyðum blokkum og longum náttum við koffeinsjokk. Hon heldur nevniliga, at danskir studentaskúlanæmingar liva í støðugum ótta - ótta fyri ikki at liva upp til síni egnu krøv, krøvini frá samfelagnum og ótta fyri at miseydnast.
- Danmark er vorðið eitt samfelag í ótta. Og tað er ikki ótti fyri yvirgangi ella innbroti, eg tosi um. Tað lata vit USA um. (...) Ung streva seg ígjøgnum ungdómsútbúgvingarnar við kroniskari búkilsku, tí næsta støðumetið, næmingasamrøðan, støddfrøðisroyndin lúrir undan horninum, skrivar Laura í hugleiðing á Politiken.
Hon greiðir í hugleiðingini frá, at ótti er ein fastur gestur í lívinum hjá mongum næmingum. Sum orsøk nevnir hon hørðu kappingina um próvtølini og uppmerksemi frá læraranum. Eitt átak, sum kundi gjørt mun, metir ekkafulli studentaskúlanæmingurin, er, um mann sjálvur kundi valt, hvørjar uppgávur mann fær próvtøl fyri. Laura skrivar, at meðan nógv kenna tað sum ein tryggleika at fáa próvtøl, vilja onnur helst sleppa undan. Tí skal tað einans vera kravt, at mann fær støðumet fyri nøkur ávís avrik, meðan næmingarnir sjálvir kunnu velja, um teir vilja fáa próvtal í øðrum førum.
Hvat heldur tú? Kennir tú teg aftur í útsagnunum hjá Lauru Meier Hagested, ella ert tú ósamd/ur?
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |