Bergur bloggar: - Mín besta jólagáva

Bergur bloggar: - Mín besta jólagáva
""Keyp barninum eina iPhone í jólagávu", segði ein lýsing. Alt gott um iPhone, ið hevur alskyns hentleikar... men kann tað veruliga vera rætt, at vit skulu síggja lýsingar, ið leggja upp til jólagávur fyri yvir 5000 krónur (...) Júst hendan gávan kostar meira, enn tær flestu familjurnar hava eftir, tá allar tær føstu útreiðslurnar eru goldnar." Bergur Arnbjarnarsonur Dalsgarð bloggar um jólagávur, lýsingar og hvørji virðini eru.
22.11.2013 - 00:45

 

Fyri meg snúgva jólini seg um at ríkja tey mest virðismiklu menniskjaligu sambondini, ið er nakað av tí, ið hevur stórsta týdningin fyri mÌna egnu lívsgóðsku. Stutt sagt: At vera har fyri míni nærmastu, tó at eg eri góður við tey. 

 

"Keyp barninum eina iPhone í jólagávu", segði ein lýsing. Alt gott um iPhone, ið hevur alskyns hentleikar... Men kann tað veruliga vera rætt, at vit skulu síggja lýsingar, ið leggja upp til jólagávur fyri yvir 5000 krónur? Hetta fer fram, samstundis sum Í Menniskjum Góðum Tokki hevur fleiri hundrað familjur tilmeldaðar, har vit lesa um børn, ið ongantíð hava upplivað eini verulig jól við góðum døgurða og pakkum. Fyri meg kennist tað smakleyst og næstan absurd, at ein fyritøka lýsir á hendan hátt við eini so dýrari jólagávu, sum um at iPhone er ein sjálvfylgja. Júst hendan gávan kostar meira, enn tær flestu familjurnar hava eftir, tá allar tær føstu útreiðslurnar eru goldnar. 

 

Besta jólagávan í mínum lívi var, tá eg 12 ára gamal fekk bókina Harry Potter og Hemmelighedernes Kammer, ið júst var útkomin á donskum. Eg byrjaði at lesa hana longu sama kvøldið, mest sum fyri at vita, hvat hetta var fyri nakað, og eg endaði við at blíva púra burtur í einum gandaheimi tær næstu vikurnar. Tað stuttliga var, at eg fann fyrst útav tí seinni, at hetta var 2'arin, og eg haldi ikki, at viðkomandi, eg fekk bókina frá, visti av hesum heldur. 

 

Tað er sjálvsagt ikki mín uppgáva at fortelja fólki, hvat tey skulu geva børnum sínum í jólagávu, hóast eg havi mína egnu meining. Eg haldi bara, at eg hevði upplivað jólini sum eina meira positiva og savnandi siðvenju, um vit bygdu hesa høgtíð á tey menniskjaligu virðini, og ikki á sera ymisk materiell virði, ið veruliga vísa munin millum rík og fátøk.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.