- Tíðindi, mentan og ítróttur
HOYMA: Intimt bygdaball
Føroyski tónleikapallurin hevur í nógv ár notið væl av eldsálum í Gøtu, sum royna at kveikja og stimbra um føroyskan tónleik. Leygarkvøldið var onki undantak, tá ið tiltakið HOYMA var roynt fyri fyrstu ferð. Inni á stovugólvunum í 10 húsum í Norðagøtu og Syðrugøtu framførdu 10 bólkar og einstaklingar tvær konsertir hvør í tveimum ymiskum húsum.
Hugskotið handan Hoyma eigur Jón Tyril, fyriskipari av G! festivalinum, og er tankin at minka um fjarstøðuna millum tónleikara og áskoðara við at lata tónleikaran framføra inni í heiminum hjá áskoðaranum. Hetta eydnaðist eisini væl. Upplivingin av tónleikinum er ein heilt onnur, tá ið ein situr í heima í stovuni hjá onkrum, prýdd við familjumyndum og persónligum lutum, meðan tónleikarin framførir fáar metrar frá tær. Ongar mikrofonir og onki hóvasták, bara ein serlig nærvera og onkursvegna ein felagsskapur millum áhoyrarar og tónleikara, sum birtist tann hálva tíman, konsertin er, og síðani hvørvur aftur, tá ein letur seg í skógvar og fer víðari.
Konsertirnar byrjaðu kl. 19 og endaðu kl. 23. Við 20 framførslum á skránni og einum strekki ímillum flestu húsini var ein noyddur at raðfesta. Vit vóru nakað sein í Gøtu og fingu tí bara tríggjar konsertir við, men hvør teirra var serstøk á sín hátt – ein country/popp útgáva av “I Like Big Butts” frá Lisu í Dali, gásarhúðelvandi tulkingar av yrkingum hjá Jóannes Nielsen frá Kára Sverrissyni og Hamferð í einum nakað ljósari hami. Alt inni í hugnaligum stovum, har tú samstundis í loyndum kundi sita og lúra yvir á bókahillar og familjuportrett og spæla “Kender Du Typen” í høvdinum. Frálíkt.
Sum heild eydnaðist fyrsta HOYMA-tiltakið heilt væl. Kortini kundi mann sum ein av yngru luttakarunum kanska ynskt sær eitt sindur meira action aftaná enn at blíva svingaður runt á dansigólvinum av einum fullum gøtumanni, sum vælnøgdur fortaldi, at hansara serliga triks var at snara runt, meðan Kristina Bærentsen og Hallur spældu í bakgrundini. Áðrenn Kristina og Hallur fóru á pall í Tøting, framførdu eisini m.a. Marius og Lyon, men konsertirnar druknaðu tíverri nakað í práti og tóktust meira sum bakgrundstónleikur. Tað hevði heldur ikki bilað, um skráin fevndi um eitt størri tíðarbil, so mann hevði fingið fleiri konsertir við, og kvøldið hevði verið tað longri.
Alt í alt tó eitt gott fyrsta tiltak, sum vónandi verður endurtikið.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |