- Tíðindi, mentan og ítróttur
Knút ummælir: Bendar Spónir – Hvussu Bendir Man Spónir?
Lat tað vera sagt beinanvegin: Eg eri Bendar Spónir fjeppari. Líka síðani eg fyrstu ferð var á konsert hjá teimum í Margarinfabrikkini í ’07 ella ‘08, havi eg verið hugtikin av gjøgnumførda, eginsama og kompromisleysa úttrykkinum. Tá vóru limirnir blaðungir, men tað gjørdist beinavegin greitt, at teir hóast unga aldurin høvdu tónlistarligt tjekk á tingunum.
Søgan handan navnið á bólkinum er, at fyrst var tað á enskum. Karl Anton Klein, sáli, fekk teir at spæla á einari konsert í Margarinfabrikkini, har teir eisini vandu og høvdu sín uppruna. Karl Anton gjørdi plakat, har navnið varð flutt yvir í føroyskt: Bendar Spónir. Tað stuttliga er, at “spónur” í roynd og veru er kallkynsorð, so tað “rætta” navnið hevði verið Bendir Spónar. Tó skalt tú ikki lurta leingi eftir bólkinum, fyrrenn tú ásannar, at núverandi navnið er akkurát, sum tað skal vera.
Fimm løg eru á Hvussu Bendir Man Spónir?, ið kom út á Plátufelagnum Tutl í juli mánaði, og eg minnist okkurt teirra frá fyrstu konsertini. Upptøkurnar fóru fram í Studio Oyravox hjá Terja Rasmussen, Nólsoy í 2010, Jens L. Thomsen miksaði í Studio Støkumørk, Innan Glyvur í 2012, og Matt Colton mastraði í Air Mastering, London í 2012. Sostatt hevur plátan verið ávegis í rættiliga nógv ár tilsamans, og óivað eru vit nøkur, ið eru serstakliga fegin um, at hon loksins er útkomin.
Tá eg kalli útgávuna fyri “plátu”, so er eisini orsøk til at meina tað, tí hetta er ein pláta. Ein – so segði hann - LP. Úr vinyl og við gatefold húsa (ið eisini inniheldur útgávuna á fløgu). Halt kipp tað er kul.
Bendar Spónir spæla instrumentalan, stórslignan rock tónleik, ið peikar aftur á instrumentala, stórsligna slóð. Progressivi, psykedeliski og kosmiski rockurin úr 70’unum hómast millum rillurnar, og okkurt kundi bent á, at foreldrini hjá bólkalimunum eiga feit plátusøvn, ið teir eru slopnir at dyrka og lurta eftir. Í øllum førum hoyrast ekkó frá Pink Floyd, King Crimson, ELP (Emmerson, Lake & Palmer), Yes og øllum hinum feitu frá tá í tíðini.
Eisini nýggjari tættir s.s. instrumentali post rockurin úr 90’unum og 00’unum er komin við í tónlistarligu grýtuna. Bendar Spónir bróta tó frá hesum seinast nevnda rákinum, ið mangan hevur verið melankolskt og dapurt, við teirra framúr samanseting av tí episkt sorgblíða og tí groovy humoristiska. Har mangir post rock bólkar hava lyndi til at fara á endaleyst melankolskar oyðimarkargongdir, duga Bendar Spónir at skapa javnvág í tónleikinum við brádliga at skifta úr tí sorgblítt sveimandi yvir í hitt stuttligt svingandi.
Hetta verður sjáldan so væl staðfest, sum í seytjan minuttir langa lagnum ‘Djús’. Aftaná eitt langt, inniligt og sveimandi crescendo, har vit at enda nærkast bart út sagt kosmiskum hæddum, verður væl tilrættislagda gongdin brádliga avbrotin av einum forloysandi stuttligum funk/jazz petti. Best sum tú heldur, at nú er lagið liðugt, varnast tú at teir bert hava hildið steðg í nøkur sekund (!), og áðurnevnda crescendo fer spakuliga í gongd aftur fyri aðru ferð! Áðurnevnda funk/jazz petti verður sjálvandi eisini spælt umaftur. Eg meini so við; hvat er betri enn eitt crescendo? Tvey crescendo! Stuttligt dømi um kompromisleysa og bart út sagt kula hugburðin, ið ger seg galdandi í hesum bólkinum.
Áðrenn ‘Djús’ leggur ‘Hin nýggi sangurin’ væl frá landi, og hetta lagið er sum eitt slag av “mikrokosmos” yvir universið hjá Bendu Spónunum, har bæði tað stuttliga og tað tunga er umboðað; byrjað og endað verður við einum løttum og stuttligum riff petti, og í miðjuni herja teir á við einum ágangandi droni petti. Best sum tú heldur, at intensiteturin er komin í hæddirnar, leggja teir eyka áherðslu á og senda skútuna heilt út í rúmdina. Síðani eitt brádligt “breakdown”, og aftur til riffið í byrjanini, áðrenn endað verður. Tað er snøgt sagt ein frægd at vera lurtari og liva við í tónleikinum hjá Bendu Spónunum, tí hann er livandi og klisjufríur.
Hevur tú ein sang, ið eitur ‘Hin nýggi sangurin’, mást tú sjálvandi eisini hava ein, ið eitur ‘Tann nýggi sangurin’. Soleiðis hanga tingini saman í Bendar Spónir landi. Hetta er kanska mest “proggutti” sangurin á plátuni, og skift verður millum bæði eitt groovy petti, eitt stuttligt petti, eitt Sirkusklovna petti (!), eitt sveimandi petti og eitt tungt petti. Tó er skil í ørskapinum, og teir fimm hava sanniliga tev fyri at skrúva kompositiónirnar saman.
‘Ghut pãni’ er róligasti og mest sveimandi sangurin á plátuni. Heitið er indiskt, og merkir okkurt, ið hevur við kynsgøgn kvinnurnar at gera (hatta var uml. mest turrisliga lýsing av einum annars spikafeitum lagi og heiti!) ‘Útferð’ endar plátuna væl, og sleppa vit m.a. at leggja oyru til eina útsýraða hólmgongu millum gittarleikararnar, meðan orgul og bassur spæla sama riff, og trummurnar groova. Sera feitt!
Umframt at gera teirra egna tónleik, hava Bendar Spónir eisini prógvað sítt virði sum backing band hjá bæði Kára Sverrissyni, Peturi Pólssyni og Kaj Klein, og hava teir hvørja ferð megnað at tillagað seg til úttrykkið hjá hesum ymisku sangarunum. Tað vitnar um ein bólk, ið hevur eina sunna, holla og íblásandi tilgongd til tónleikin. Hesin skapanarhugur og dugnaskapur ganga upp í eina hægri eind á Hvussu Bendir Man Spónir?
6 út av 6
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |