- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lorde: 16 ára gamal tannáringur úr Ný Sælandi ovast á Billboard

Lorde, ella Ella Yelich-O’ Connor, sum hon í veruleikanum eitur, er ivaleyst tað heitasta nýggja tónleikanavnið í 2013. Við staklagnum "Royals" er hon tann yngsti tónleikarin, sum hevur ligið nr. 1 á Billboard top 100-listanum síðan í 1988. Fløga hennara Pure Heroine, sum kom út síðst í septembur, er mest spælda debut-fløgan yvirhøvur á Spotify, og sangskrivaraevnini hjá 16 ára gomlu Lorde eru longu vorðin samanborðin við eitt nú Björk, M.I.A. og Lana Del Rey.
Tónleikurin hjá Lorde er eitt bland av fleiri sjangrum – eitt nú poppi, hiphop og rokki, og hon nevnir millum annað Grimes sum sína stóru fyrimynd.
Tað, sum kanska serliga hevur vakt áhuga fyri tónleiki hennara, er, at hóast unga aldurin, skrivar Lorde allar sínar tekstir sjálv. Bert 12 ára gomul bjóðaði plátufelagið Universal henni at geva eina fløgu út við soul tøkuløgum, men hon takkaði nei og segði, at hon ikki tímdi at geva nakað út, sum hon ikki hevði skrivað sjálv. Universal misti kortini ikki áhugan, men góðtók krav hennara, og hon fekk ein sokallaðan menningarsáttmála.
Við einari mammu, sum er yrkjari, er hon vaksin upp við nøsini í alskyns bókum, og tónleikaranavnið Lorde er eisini sprottið úr hennara fascinatión av aristokratum. Hon byrjaði við at skriva stuttsøgur, tá ið hon var 11-12 ára gomul og fór síðani undir sangskriving.
Lorde er vaksin upp í einum forstaði í Auckland í Ný Sælandi, og hon hevði ongantíð verið aðrastaðni enn í Ný Sælandi, fyrr enn hon skuldi til USA at spæla konsertir fyrr í ár.
- Mínir vinir og eg nevna staðið, vit búgva, fyri bløðruna, tí vit kenna okkum so avbyrgd. Her er rættiliga friðarligt og ikki so nógv at gera, so eg geri bara tónleik, sigur Lorde í samrøðu við Dazed Digital.
Júst tað, at hon altíð hevur livað eitt rættiliga vanligt og avbyrgt lív í einum forstaði, er allarhelst eitt av loyndarmálunum handan stóru suksé hennara. Tekstir hennara siga frá einum vanligum, óglæsiligum gerandisdegi, sum nógv ung lætt kunnu seta seg inn í.
- Eg føli, at tey í tónleikavinnuni, sum hava ávirkan á fólk í mínum aldri, sum eitt nú Justin Bieber, kanska ikki geva eina serliga veruliga mynd av, hvussu tað er at vera ungur, greiddi Lorde frá í samrøðu við MTV News.
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |