- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Eg havi satsað alt uppá tónleikin

Tey flestu hava ivaleyst hoyrt um unga tónleikaran Ólav Á Váli Olsen. Sum 16 ára gamal skipaði hann fyri einari stuðulskonsert fyri Haiti í Perluni við fleiri kendum tónleikarum. Eisini hevur hann sum 16 ára gamal produserað vælseldu fløguna hjá Sølvu Ford, Eg treingi, treingi til Tín.
Men nú seinasta árið hevur hann av álvara gjørt seg galdandi í tónleikavinnuni. Hann hevur verið í tónleikatoyminum umborð á Norrønu í eitt ár, har hann serliga hevur spælt nógv í summar. Eisini er hann við í dreingjabólkinum All-in og hevur produserað nógv spældu landaplágu teirra, Vanja.
Flestu javnaldrar hjá Ólavi ganga í miðnámsskúla, eru í læru ella okkurt tílíkt. Ólavur hevur valt eina aðra lívsleið, nevnliga at liva av tónleiki.
- Tá eg fór úr fólkaskúlanum, valdi eg at taka nøkur ár at byggja okkurt upp við tónleikinum, og nú er tað byrjað at líkjast onkrum. Tað hevði nokk verið fornuftigast at fingið mær eina útbúgving fyrst, men mær dámar væl hetta lívið, sigur Ólavur
Hansara felag eitur Kartney Music, og ætlanin er, at tað skal blíva eitt smápartafelag í nærmastu framtíð. Tað er gjøgnum tónleikin, at Ólavur vinnur sær pening í mun til fleiri onnur ung, ið fáa studning og/ella arbeiða hjá onkrari fyritøku.
- Mín einasta inntøka er tað, eg fái av tónleikinum. Hetta vinni eg við at vera aktivur; t.d spæli eg á spælistøðum næstan hvørt vikuskifti og royni at hála fólk í studio. Í løtuni eri eg í gongd við at skriva nøkur løg, sigur Ólavur.
Tá mann er í tónleikavinnuni, er tað sjálvsagt, at mann møtir øðrum tónleikarum. Röddin hevur fingið orðið á Eyðun Nolsøe, ið meinar, at Ólavur er ein frálíkur tónleikari.
- Ólavur er ein sera musikalskur persónur. Tað fyrsta, ein bítur merki í, er hansara rytmikkur, sum bara svingar. Alt svingar, sum Ólavur spælir uppá, sigur Eyðun Nolsøe. Hartil dugir Ólavur at handfara fleiri instrument – sikkurt øll, hann setir sær fyri at spæla uppá! Summi hava bara hatta talentið. Síðst, men ikki minst syngur Ólavur ótrúliga væl eisini, rósar Eyðun Nolsøe unga Ólavi.
Spennandi verður at síggja framtíðina hjá Ólavi, men hann væntar ikki, at hann hevur nakra framtíð innan fyri tónleik í Føroyum.
- Eg havi longu nú satsað alt uppá tónleikin, og tí fari eg sjálvandi at blíva við við tí. Men tað verður ikki í Føroyum. Her er so lítið, og Føroyar eru nokk ikki tað mest tónleikavinarliga samfelagið í heiminum.
- Tað er trupult at liva av tónleikinum í Føroyum, líkamikið um mann er 19 ár ella 40 ár. Her eru nógvir evnaríkir tónleikarar, men eg haldi, at samfelagið og fólkið hava ein keðiligan hugburð til tónleik. Hann verður ikki raðfestur nóg høgt. Umstøðurnar eru ikki tær røttu, og fyri at tað skal blíva ein livivegur hjá mær, má eg røkka út um landoddarnar. Annars verður tað jú bara ein hobby.
Ólavur er sum nevnt ein av teimum fýra í dreingjabólkinum All-In. Síðan lagið ”Vanja” kom, hevur nógv verðið spurt, um teir fara at koma við nøkrum nýggjum. Röddin kann nú avdúka, at tað koma teir.
- Vit í All-In hava innspælt ein nýggjan sang í summar. Vit eru í gongd við eitt videolag í løtuni, men lagið er loyniligt! Lagið er eitt, vit øll kenna, og tað kemur nokk út áðrenn jól – meira fái eg ikki sagt!
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |