OL-nevndin sigur ikki Putin ímóti

OL-nevndin sigur ikki Putin ímóti
Í juni í ár setti Vladimir Putin knappligt forboð ímóti øllum samkyndum og LGBT-virksemi í Russlandi. Hetta hevur skapt mikla øsing kring heimin, og nógv lond hava av tí sama hugsað um at boykotta Olympisku leikirnar 2014, um støðan verður verandi óbroytt. Nevndin fyri teimum Olympisku leikunum metir tó ikki støðuna verða ein trupulleika fyri leikirnar og heldur ikki, at Russland ger skeivt.
01.10.2013 - 23:15

 

Rannvá Egholm

rannva@roddin.fo


7. til 23. februar 2014 verða teir Olympisku vetrarleikirnir leiktir í býnum í Sotjii í Russlandi. Hetta var avgjørt tann 5. juli í 2007, og nú seks ár eru liðin síðan avgerðina, eru viðurskiftini í Russlandi broytt. Men hetta metir OL-nevndin ikki vera týdningarmikið, og hava tey tikið støðu til, at viðurskiftini í Russlandi ikki bróta nakra reglugerð hjá Olympisku leikunum. Hetta skrivar AllOut, sum er ein felagsskapur á netinum, ið berjist fyri javnrættindum, á sínari heimasíðu.


Forboðið í Russlandi gongur í stuttum út uppá, at tað er ólógligt at útala seg um rættindini hjá teimum samkyndu, at gera mótmælisgongur ella at geva ómyndigum upplýsingar um LGBT. Um mann ikki fylgir hesum reglum, so kann mann fáa upp til 2 vikur í varðhaldi ella eina bót upp á 130.000 krónur. Hendan revsingin er ikki bara galdandi fyri russar, men ferðafólk kunnu eisini verða blakað úr landinum, um tey gera brót á lógina.

 

Vertirnir fyri teimum Olympisku leikunum eiga at halda sjey høvuðsreglar, og høvuðsregul nummar seks er, at mann má ikki gera mismun av nøkrum slagi. OL-nevndin vil ikki verða við, at Russland ger nakað skeivt við teirra forboði ímóti samkyndum.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.