Hallur Kárason: Á mínum playlista

Hallur Kárason: Á mínum playlista
Hallur Kárason er diskari og vertur á sendingini Hittvarp. Röddin hevur spurt hann, hvørji løg hann ikki fær nokk av beint nú.
19.09.2013 - 14:45

 Arctic Monkeys - Why'd You Only Call Me When You're High

Yvirhøvur kundi eg valt fleiri av nýggju sangunum av nýggju fløguni hjá Arctic Monkeys, tí eg haldi, at øll fløgan er ræðuliga feit øll, sum hon er. Akkurát hendan sangin dámar mær væl, tí hann hevur eina feita rútmu og sum heild gott feel gjøgnum allan sangin, og so dyrki eg tekstirnar hjá Alex Turner.

 

 Pedestrian - Hoyle Road

Eg fann hetta lagið í einum Boiler Room live setti fyri einum ella tveimum mánaðum síðan og havi lurtað eftir honum síðan. Tað, mær dámar best við lagnum, er sjálvur instrumentalurin, serliga tá sangurin ordiliga byrjar á umleið 1 minutt. Vokalurin hóskar eisini væl til.

 

Monkey Safari - Jorg

Eg simpulten elski hetta lagið. Tað er so einfalt, men so deiliga avslappandi at lurta eftir, og tá klaverið kemur inn, gevur tað mær eina ordiliga upplyftandi kenslu.

 

Gwen Guthrie - It Should've Been You

Ein nógv eldri sangur enn hinir, eg havi á her, men eg verði aldrin troyttur av hesum og lurti enn eftir honum. Groovy og funky alt í senn.

 

 Disco Tech - Papa Was Rolling Stoned

Ein endurgerð av gamla klassikarinum hjá The Temptations. Eg klári seriøst ikki at sita stillur til hendan her, alt alt alt i verðini for feitt.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.