- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brellbiti: Brot úr debutsavninum hjá Trygva Danielsen

Trygvi Danielsen, 22 ár, poetur og postmaður, er rithøvundurin og tónleikarin handan The Absent Silver King. Fyrr í ár vann hann saman við bólki sínum tónleikakappingina Sement, og eitt hálvt ár seinni letur hann nú eitt stuttsøgu- og yrkingasavn og eina plátu úr hondum.
Trygvi hevur áður havt yrkingar og stuttsøgur við í tíðarritunum Vencil og Varðanum, men savnið er hansara debut sum rithøvundur og yrkjari.
Upplestur og plátulurting við The Absent Silver King verður í dag kl. 16 í Tutl og kl. 21 í Sirkus.
Röddin er sloppin at lúra í savnið hjá The Absent Silver King. Les niðanfyri eina yrking og eitt brot úr stuttsøguni “Væna lív, sum mær er givið” eftir Trygva Danielsen.
Sum
ravna reiður
í einum líkbili
detti eg millum dagarnar
ið eins væl
kundu verið dreymar
ella b-filmar
við minimalistiskum dialogi
MEN
sæddur
við heilt serligum
vibratiónsfangandi
brillum
var eg ein ljósbóltur
sum sveimaði runt
og kitlaði
aðrar ljósbóltar
Brot úr stuttsøguni “Væna lív, sum mær er givið”:
Tøgnin valdar eina løtu, meðan hann festir sær í eina sigarett, roykir hana lidna og stubbar í øskubikarið, sum hann sjálvur hevur gjørt. Plátan skróvar sáttliga, meðan hon varpar út ljómin av teimum dansandi einglunum.
Vónbjartur: ”Dansa við mær.” (insisterandi)
Rúsurin er um at røkka sínum hæddarpunkti, og tað sama eru Astaire og Ginger Rogers, sum mala undir nálini.
”Dansandi skuggar í ódnini Diamanta,” letur syngjandi úr henni, áðrenn hon reisist og hegniliga býður honum hondina.
Tey dansa nakin og inniliga. Hann heldur henni tætt at sær og starir hana so brennandi í eyguni, at hann sær litirnar og skapið í sálini á henni. Sálin er litrík og lík skuggamyndini á einum fugli, hugsar hann. Kanska ein kráka, men ikki svørt ella ónd av sær. Ein bjørt og vónrík kráka, ið flýgur eldhugað uttan at koma úr stað –
sum tá vindhart er,
og fuglarnir tykjast
sum málningar
negldir
málningar
negldir á himinin.
Seigliga snarar hann hana í ring, sendir hana frá sær, loftar henni aftur og boyggir hana niður, alt meðan eyguni gata ígjøgnum sálirnar hvør á øðrum. At enda leggur hann hana á borðið, so tvær høggmyndir detta á gólv og brotna.
Tey læa hjartaliga. (Close-up)
Hann kyssir hana inniliga,
fyrst um alt andlitið,
um oyruni,
síðan hálsin
og longri omaneftir.
Hann sleikir henni varliga oman eftir bróstunum, maganum, beinunum, á innaru lørini og sýgur húðina oman fyri skeiðina. Hann merkir, hvussu hennara tráan økist. Hann
kyssir,
sýgur,
sleikir
og kínir henni um alt likamið, til girndin í henni gerst so stór, at hon bønar hann um at mogga sær. Men hóast mæti, pumpandi murturin er um at bresta av greði, játtar hann ikki. Kroppur hennara er hansara spælipláss, har hvør einasti fermillimetur skal granskast og leikast á. Hon roynir at hála murtin í seg, men hann steðgar henni. Greðin sendir smáar skjálvtar frá innasta lagi í beinagrindini til ytsta partin av teimum fínu hárunum á silkimjúka skinni hennara. Tey anda samljóðandi, tungt og týtt. At enda letur hann bleytu silvurtunguna kína henni varliga kring skeiðina, til hon loksins finnur leiðina til sítt klitorianska heim. Hon stynjar hart og eymt, meðan hann varisliga sendir hana á eina dreymaferð til fjarasta partin av alheiminum og heimaftur. Sveittin og vætan hava gjøgnumbloytt andlitið á honum, tá hann reisist aftur við andlitsbránum hjá einum máttugum stríðsmanni. Hann letur varliga murtin glíða í hennara dýggjváta hold, sentimetur fyri sentimetur, førkandi inneftir, til hann er innast í likaminum. Hon eymkar seg inniliga, meðan hon starir í hansara brennandi eygu og fevnir um hansara sveittakropp, sum alsamt skjótari ferðast uppí og úr henni. Himnahválvið letur seg upp og veitir henni endurtakandi tær litríkastu og fagrastu orgasmurnar, meðan kertiljósini senda eyðmjúkar ljósrípur á alsveittu, sameindu holdini. Við somu megi, sum ódnin kastar á titrandi íbúðina, hertekur hann hana við áræði og yndi, til hann kennir ein lívgandi alheimsskjálvta menna seg niðan eftir murtinum, sum við einum
Hiroshima
Supernova
testdukka
høvdið brotnar
* bresti! *
fyllir hana við sínum manndómi.
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |