Voxpop: Hvussu dámdi tær Summarfestivalin 2013?

Voxpop: Hvussu dámdi tær Summarfestivalin 2013?
Röddin hevur fingið orðið á Allan, Mariu og Páll og spurt tey, hvat tey hildu um Summarfestivalin 2013.
12.08.2013 - 08:00

Tekstur: Teitur Horn Baldvinsson

info@roddin.fo

 

Allan Hvalsrætt, 20 ára gamal, Argir:

Hvussu dámdi tær festivalin?
Festivalurin var ordiliga góður, og umstøðurnar at tjalda vóru somuleiðis eisini sera góðar. Og eg fari sjálvandi aftur í næsta ár!

 

Besta/keðiligasta upplivilsi?
Týr og Mika vóru tær bestu konsertirnar. Tað keðiligasta við festivalinum var at hava timburmenn, og eg breyt mær eina tonn - tað var einki serligt.

 

Skoraði tú?
Nei, ikki hesuferð.

 

Maria á Høvdanum, 16 ára gomul, Klaksvík:

 

Hvussu dámdi tær festivalin?
Mær dámdi sera væl festivalin! Hann var mega góður.

 

Besta/keðiligasta upplivilsi?
Tað besta var stemningurin og heildin! Eyðun og Terji og sjálvandi eisini Mika vóru tær bestu konsertirnar. Eg kendi ikki so nógvar sangir hjá Kim Larsen, og tað var keðiligt. Annars haldi eg ikki, at tað var nakad, sum var keðiligt.

 

Skoraði tú?
Nei, eg skoraði ikki.

 

Páll Skaalum Mikkelsen, 17 ára gamal, Tórshavn:

 

Hvussu dámdi tær festivalin?
Hetta er triðja árið á rað, at eg eri á Summarfestivali, og hesin hevur verið nógv tann feitasti higartil! Eg fari heilt sikkurt á Summarfestival aftur.

 

Besta/keðiligasta upplivilsi?
Besta konsertin og besta upplivilsið var uttan iva Swangah konsertin! Tað keðiligasta vóru timburmenninir um morgunin. Annars komi eg ikki í tankar um nakað á festivalinum, sum var keðiligt. Ella jú, at festivalurin ikki var longri.

 

Skoraði tú?
Nei, eg kom heim akkurát líka óroyndir sum áðrenn.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.