Listamaður lumpar tónleikafjepparar við følskum plakatum

Listamaður lumpar tónleikafjepparar við følskum plakatum
Meira enn 3000 konsertplakatir hava seinastu mánaðirnar verið at sæð í fleiri av størstu vesturlendsku býunum. Skuffaðir tónleikafjepparar mugu nú sanna, at teir ikki sleppa á sína dreymakonsert í næstum, men hinvegin eru offur fyri einum handilstriksi.
06.08.2013 - 20:00

Kundi tú hugsað tær at sloppið á konsert hjá Daft Punk, Justice, Kanye West ella kanska Beastie Boys? Seinastu mánaðirnar hava meira enn 3000 plakatir verið at sæð í stórbýum sum New York, Los Angeles, London og París, sum hava vakt stóran áhuga millum tónleikafjepparar.

Plakatirnar kunngjørdu fleiri ymiskar spæliskráir við nøkrum av størstu og mest umbidnu tónleikanøvnunum í heiminum.

 

Sambært einari plakat skuldu Daft Punk, Air, Justice, Kavinsky v. fl. spæla í París, meðan Kanye West, Jay-Z, Dr. Dre og onnur skuldu spæla í Madison Square Garden í New York.

 

Ljóðar tað ov gott til at vera satt? Tað er tað eisini. Handan mongu plakatirnar eru nevniliga franski graffiti-listamaðurin André Saraiva og klædnamerkið Maison Kitsuné. Plakatirnar eru partur av eini lýsingarherferð í samband við, at Maison Kitsuné letur ein nýggjan handil upp í Tokyo 4. septembur, har plakatirnar eisini verða sýndar fram sum listaframsýning við heitinum Dream Concerts Art Show, skrivar style.com.

 

Hóast fleiri av nøvnunum á plakatunum vóru stavað skeivt, konsertin í París stóð at vera í einum bygningi, sum brendi niður í 2011, og onki árstal stóð aftaná dagfestingarnar, ringdu fólk í hópatali til konsertstøðini, tí tey vildu ogna sær atgongumerki. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.