Hví ikki bara lata tey føroysku klæðini fáa frið?

Hví ikki bara lata tey føroysku klæðini fáa frið?
Röddin var á vitjan hjá 85 ára gomlu Nicolinu Jensen Beder til eitt prát um føroysk klæðir.
25.07.2013 - 12:45

 

Í hugnaligu húsunum nærhendis viðarlundina í Tórshavn býr 85 ára gamla Nicolina Jensen Beder. Summar er, grasið er grønari, og sólin skínur. Nú ólavsøkan er í hondum, bjóðar Nicolina Röddini inn á gátt fyri at práta um okkara stásiligu føroysku klæði, nevniliga tjóðbúnan.

 

Rannvá Egholm

rannva@roddin.fo

 

- Eg havi eitt so óalmindaliga gott upplivilsi frá einari ólavsøku einaferð. Eg kom gangandi um hornið har við Gamla Bókhandil. Eitt sindur frammanfyri gongur ein ungur maður, sum er í føroyskum klæðum, og so kemur ein gamal maður, ein kenningur hjá unga manninum, gangandi omaneftir. Tann gamli ætlar sær í dans, men tann ungi rópar aftur, at hann fer heim at skifta, tí hann ætlar sær ikki at ganga við kenning í føroyskum klæðum. Um mann vil hava nakað, ið skal vera eyka hátíðarligt, so má tað eisini vera virðiligt. Tað er niðurgerandi, tá ið mann gongur ávirkaður í føroyskum klæðum. Tað bjargaði mær ólavsøkuna, at ein ungur maður fór heim at skifta.

 

Á borðinum hjá Nicolinu liggja avísir í hópatali við gomlum greinum og myndum av føroyskum klæðum. Nógvar av greinum hevur Nicolina, ið altíð hevur havt stóran áhuga fyri tjóðbúnanum, siðvenju o.ø., sjálv skrivað. Prátið fellur lættliga, hon sigur frá nógvum og ymisk sjónarmið koma eisini á borðið.

 

- Tað var ein serligur stílur í føroysku klæðunum fyrr samanborið við nú. Nú er tað soleiðis fyri mær, at eg skal hava míni føroysku klæðir, og eingin skal hava líka sum eg ella sama slag. Tá hevur tað einki við felagsskapskensluna at gera, og tað haldi eg vera forferdiliga spell. Mann kann gera onnur klæðir serlig og til síni egnu, men tað noyðist mann ikki at gera við tey føroysku klæðini. Hví ikki bara gera okkurt serligt til sín sjálvs og lata tey føroysku klæðini fáa frið, spyr Nicolina meg nú vit hyggja at eini mynd við einum heldur alternativum føroyskum búna.

 

Í Noregi hava tey eisini tjóðbúna, eins og vit hava í Føroyum. Men har er siðvenjan ein onnur. Um tú ert úr einari familju, so brúkar tú tey klæðini av tí staðnum, har tú kemur, og soleiðis kann tað síggjast á tjóðbúnanum, hvar tú ert frá.

 

- Ein seymaði dóttur sínari føroysk klæði, og hon hevði verið í Noregi. Hon sá eina so pena brosju, og so fer hon inn og spyr kassadamuna um hesa brosjunar. Hon spyr, um hon kann keypa silvurið, men kassadaman spyr, hvat hon skal brúka tað til. Føroysk klæði. Nei, so havi eg ikki lov at selja tær tað, sigur kassadaman, tí einans fólk úr tí staðnum, har silvurið hoyrir til, kunnu keypa tað. So at skilt er tað har. sjálvt á silvurinum kann mann meta, hvar tey eru frá, greiðir Nicolina frá.

 

Fyrr var tað soleiðis, um mann var ungur, og tað var okkurt meira festligt høvi, so hevði mann reyðan vest, men um mann skuldi fylgja líki, so hevði mann myrkan vest. Eitt var eyðsæð, og tað var tað, at skjúrtið hjá konufólki og húgvan hjá mannfólki vóru úr sama klæði. Reytt og svart ella blátt og svart. Blátt og svart nýtir mann, um tað er sorg, og reytt og svart til vanligt.

 

- Tað var ikki nakað fast, hvussu turrikløðini og fyrikløðini skuldu síggja út. Mannfólkini, sum hava verið úti og siglt, hava ofta keypt heimvið. Helst vóru turri- og fyrikløðini bummull ella blomstrut.

 

 So er mær eisini sagt, og eg kann ikki veita vissu fyri, at tað er satt, at fyrikløðini, sum mann brúkti fyrr, eru komin við svenskum gentum. Tær vóru í vovnum fyrikløðum fyri at síggja gott út, meðan tær hoyggjaðu. Summi siga, at tað er tað, sum er upprunin til stríputa vovna fyriklæðið, fortelur Nicolina.

 

Føroyski búnin hevur mist sín týdning eitt sindur, tí fólk vita ikki longur, hvat merkir hvat, og hann hevur slett ikki tað sama yvir sær longur. Tað er tað, sum eg haldi, vera so keðiligt. Tað er eingin í verðini, sum sigur, at fólk ikki hava lov at gera tað, sum tey vilja. Men tað er bara so keðiligt, at búnin ikki kann fáa frið, tí vit eiga ikki so nógv annað serstakt. Mann kann gera, hvat mann vil við fyri- og turriklæðið, so leingi mann letur restina fáa frið.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.