Dagmar ummælir: Byrta

Dagmar ummælir: Byrta
Dagmar Malena Winther ummælir fyrstu fløguna hjá nógv umrødda tvíbólkinum Byrta, sum kom út 7. juni.
23.07.2013 - 12:30

 

Spildurnýggi bólkurin Byrta gav fyri stuttum eina fløgu av sama heiti út. Byrta er føroyska duoin Guðrið Hansdóttir og Janusi Rasmussen, sum bæði hava verið nógv frammi á tónleikapallum runt umkring. Janus kenna vit best úr vælumtókta íslendska bólkinum Bloodgroup, meðan Guðrið við síni sermerktu rødd hevur leitað sær veg til nógv ymisk oyru. Samanrenningin millum hesi bæði úrslitar í eini sera spennandi fløguútgávu, sum birtir uppundir elektronisku popsjangruna í Føroyum.

 

Við vokal, kór, guitar, ukulele, violin, bass, synth, omnichord, percussion og elektroniskum elementum letur instrumenteringin upp fyri eini fjølbroyttari ljóðmynd. Tað er eisini serliga tónleikurin, sum skapar og varierar úttrykkið og groove’ið, meðan røddin leggur seg omaná og róliga knýtur tekst, tónleik og huglag saman. Røddin er sum ein pensil, ið málar ljóðmyndina við leysum og mjúkum strokum uttan ov nógv hóvasták. Tað riggar ótrúliga væl saman, eftirsum tónleikurin er rættiliga organiskur.

 

Náttúran gongur sum ein reyður tráður ígjøgnum alla fløguna. Mjørki, kavi, norðlýsi, hiti og kuldi, myrkur og sólglottar seta sín dám á tekstin og endurspegla tónleikin, samstundis sum tónleikurin speglar tekstin. Tekstirnir eru á føroyskum og lættir at skilja longu við fyrstu lurting.  Í samspæli við tónleikin fær heildin eina djypri uppliving og størri rúmd. Kanska er tað, tí sungið verður á føroyskum, at útgávan beinanvegin festir seg í okkum. Sjálvt um vit hava nógvar ymiskar tónlistarligar tulkingar av náttúruni, er nakað serstakt yvir júst hesi fløguni. Hugsast kann, at tað er tí, ein higartil duld versión av náttúruni, sum samsvarar við tíðarandan, endiliga er umsett til tónleik. Í náttúruni finnast rútmur víða hvar - innast inni dukar hjarta soleiðis, at vit fáa eina hjartarútmu, og hon er grundleggjandi fyri, at vit kunnu uppliva allar aðrar rútmur. Tá vit so í Føroyum seta ljóð í sving, hoyra vit tað runga rútmiskt í fjøllunum. Rútmurnar og groove’ini eru í fokus á fløguni, og saman við longu synthtónunum geva tey eitt heilt serligt huglag, sum passar væl til tekstirnar og náttúrutemaið. Og tey nógvu ymisku gimmick og breaks í tónleikinum, eru við til at skapa tónlistarliga hugaheimin.

 

Eitt annað evni, sum eisini kemur til sjóndar á fløguni, er kærleiki ella manglandi kærleiki. Tveir teir fyrstu sangirnir, Eydnan og Andvekur, geva eina kenslu av, at onkur manglar - eydnan skal finnast, men leitanin førir til andvekur. Síðani kemur minimalistiski sangurin Byrta, sum brýtur eitt sindur burturfrá hinum. Har er bert ein setningur, sum verður endurtikin fleiri ferðir, meðan nakrar ágangandi rútmur stuðla uppundir setningin “Veruleikin er ein beiskur biti at svølgja”. Tað kann tykjast sum, at hesin sangurin er eitt aftursvar til teir báðar fyrstu. Teir næstu sangirnir Loyndarmál, Tín doyvandi tøgn, Norðlýsið, Vit falla og Hjartasorg bera eisini brá av einseminum og tráanini eftir einum at fullfíggja seg.

 

Instrumentali sangurin Næstan er sum eitt vendipunkt í fløguni. Nakrir synthtónar broyta huglagið og fyrireika eitt lættari huglag í seinasta sanginum Frosin, sum setur restina av fløguni í perspektiv. Gjøgnum alla fløguna hava vit hoyrt um ein persón, ið hugsar um onkran annan, men til endans verður sett spurnartekin við, hvør persónurin sjálvur er, eisini í mun til umheimin. Tí hómast ein rammustrukturur rundan um fløguna. Møguliga er hetta ein reaktión uppá tíðina, vit liva í. Vit leita eftir eydnuni, spegla okkum meir enn nakrantíð í hvørjum øðrum og endaleysa netinum, sum internetið er. Tann uppblásta boblan brestir, og eftir eru einfalda hjartarútman og ósvaraðu spurningarnir, sum vit hoyra um á fløguni.

 

Eg haldi sjálv, at Byrta er eitt frískt og kul innslag, sum uttan iva fer at standa seg væl. Tónlistarliga góðskan er í topp, og fløgan fungerar væl í síni heild. Og so er tað rættiliga feitt at hoyra tónleik á so høgum støði á føroyskum. 6 útav 6 R herfrá.  P.s. Frosin og Hjartasorg kappast um at vera mínir yndissangir á fløguni.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.