- Tíðindi, mentan og ítróttur
Knút ummælir: Guðrun & Bartal "Vónin er"
Føroyska duoin Guðrun & Bartal hevur fyri kortum latið sína debutfløgu Vónin Er úr hondum. Í fyrstuni var eg satt at siga ovfarin av, hvussu friðarlig og sáttlig hon er. Hetta er tað øvugta av eini ágangandi partyfløgu, ið tú kanst seta frá til eitthvørt høvi.
Tað bilar tó einki, tí sum frá líður, vísur tað seg sum ein styrki, at tey hava valt at halda seg konsekvent til úttrykkið, ið man hevur sæð á konsertunum: lítið hóvasták og ongar lótir. Tað snýr seg um intima samspælið millum el-gittarleikin hjá Bartali og sangin hjá Guðruni.
Eitt, ið røddin hjá Guðruni og gittarin hjá Bartali hava í felag, er hitt neyva, nakna, stundum knívskorna. Tað snýr seg ikki um kámar og ótýðiligar tónar, men um neyvleika og nákvæmi. Hetta elur fram eina sterka kenslu av bersøgni og intimiteti, tí tú fært ikki goymt teg fyri tí, ið verður borið fram. Tú mást snøgt sagt liva við í tónleikinum.
Í innspældum líki eru tey bæði framhaldandi í fokus, og Benjamin Petersen eigur rós uppiborið fyri sína framleiðslu og miks, ið alla tíðina styðjar óreyputa, intima úttrykkinum. Nærverandi neyvleikin hjá teimum báðum verður í støðum kryddaður við atmosferiskum og diskretum synthum, strúkarum, trummuleiki og kóri.
Plátan sníkir seg inn á teg, tess meiri tú lurtar eftir henni. Tað, sum í byrjanini er sera friðarligt og kanska eitt sindur ringt at varnast, gerst sterkari og intensari fyri hvørja lurting. Tað hjálpir sjálvandi nógv, at sangskrivingin er dygg. Løgini eru góð, og her ikki ordiliga nakar veikur liður í ketuni. Stundum kryptisku og atypisku tekstirnir hjá Bartali eru eitt pluss og veita eitt sindur av gátuføri til heildarmyndina.
Hvat tónlistarligum tilvísingum viðvíkur, kann sigast, at tey bæði hava samtíðarskyldfólk í amerikonsku duoini Beach House, ið eisini arbeiðir við nákvæmum el-gittarleiki og frámerktum kvinnuligum sangi. Av eldri nøvnum kann enski dreymapopp-bólkurin Cocteau Twins nevnast, og komið verður valla uttanum navnframu føroysku duoina Judy & Óli.
Líka síðani eg fyrstu ferð hoyrdi Guðrun & Bartal, havi eg hoyrt ekkó frá Judy & Óla, hvørs einasta útgáva æt Vónir (1983). Henda útgávan hjá Guðruni & Bartali eitur Vónin Er. Eg veit ikki 100%, hvussu tað gongur fyri seg, men onkursvegna megna Guðrun & Bartal at kanalisera úttrykkið, ið Judy & Óli høvdu í 80’unum, inn í 21. øld, og er tað serstakliga hugvekjandi at leggja oyru til.
Tað skal tó undirstrikast, at úttrykkið há Guðruni & Bartali er sjálvstøðugt og sterkt, og somuleiðis skal nevnast, at húsin hjá Heidi Andreassen er frágera væl úr hondum greiddur. Vónin Er eigur eisini at koma út á vinyl, tí tað hevur hon uppiborið.
Eg kundi annars tikið onkur einstøk løg fram til viðgerðar, men haldi satt at siga, at Vónin Er skal upplivast í síni heild. Eitt virðiligt ískoyti til føroyskan tónleik.
Eg gevi fløguni 5 útav 6 R.
Knút Háberg Eysturstein
info@roddin.fo
Fløguhúsi: Heidi Andreassen
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |