Nú búgva 1.535 fólk í Nes kommunu

Nú búgva 1.535 fólk í Nes kommunu
Bæði inntøkuvøkstur og fólkavøkstur hava verið í kommununi seinasta árið
Í februar hátíðarhelt kommunan, at fólkatalið var farið upp um 1500, og kommunan tók sostatt við býarheiti.
 
11.01.2024 - 10:52

Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, staðfestir á heimasíðuni, at árið hjá kommununi hevur verið sera gott við bæði stórum inntøku- og fólkavøkstri. 

Í februar hátíðarhelt kommunan, at fólkatalið var farið upp um 1500, og kommunan tók sostatt við býarheiti.

Um árskiftið 23/24 búðu 1.535 fólk í Nes kommunu.

Í fíggjarætlanini fyri 2023 var roknað vit einum persónsskatti upp á 58,6 mió., men úrslitið gjørdist næstan sjey mió. krónur størri.

 

Súni í Hjøllum er borgarstjóri í Nes kommunu. (Savnsmynd)

 

Íbúðir og sethús

Tað hevur somuleiðis verið stórt virksemi við bygging av íbúðum og sethúsum, og kommunan væntar at gera avtalur um sølu av enn meira lendi til bygging.

- Við tí inntøkuvøkstri, sum hevur verið, hevur kommunan eisini havt møguleika at gera íløgur og fremja ábøtur og viðlíkahald á ymsum økjum, staðfestir Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu.

Hann vísir á, at kommunan hevur raðfest skúlan, svimjihøllina, musikkskúlan, dagstovnarnar, ítróttarøkið, vegakervið, endurnýtsluvirkið, útstykkingar og atløgubryggjurnar á Nesi og í Saltnesi.

Somuleiðis er Nes kommuna farin undir undir at gera brimverju í Oyrunum, so økið við tíðini kann útbyggjast til eitt trivnaðar- og miðstaðarøki fyri borgarar kommununi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097