- Tíðindi, mentan og ítróttur
EM-trok
Tað tykist so langt síðani, at Sjúrður Hildarson Hoydal og Djóni Gaard Joensen tóku upphitingarpoddin upp í Føroyum fyri tíggju døgum síðani.
So ófatiliga nógv søga er skrivað hesar dagarnar - søga, ið seinni má granskast úr størri fjarstøðu.
Einasta niðurstøða, ið vit kunnu gera nú er hendan:
Føroyingar lótu als einki liggja eftir í Berlin. Øll góvu sítt ítasta.
Leikarar kýttu seg at kasta bóltarnar á rætta leið undir ovurstórum trýsti frá risastórari mótstøðu.
Fjeppararnir kýttu seg, at stuðla leikarunum í hvørjum tvídysti - í hvørjari takkling og í hvørjum einasta tveitta bólti í Týsklandi.
Einki lá eftir. Eingin takkling á vøllinum, eingin leysur bóltur og ongin rødd á nøkrum fjeppara.