Sandoyartunnilin í útvarpinum og sjónvarpinum

Sandoyartunnilin í útvarpinum og sjónvarpinum
Nógv verður gjørt burturúr, nú Sandoyartunnilin letur upp fyri almennari ferðslu seinnapartinn
Seinnapartin verður koyrandi í Sandoyartunlinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.12.2023 - 12:08

Bæði útvarpið og sjónvarpið seta øll segl í sambandi við, at Sandoyartunnilin alment verður tikin í nýtslu í dag.

Útvarpið byrjar sína sending klokkan 13.

Gestir eru í útvarpsstovuni, og vit hava eisini fólk í Sandoynni.

Sendingin byrjar á brúnni umborð á Teistanum, har Hansa Hansen hittir Jónleif Láberg, sum hevur verið skipari á Teistanum í mong ár, og sum nú gevst.

Meðan sjálvt hátíðarhaldið er - klokkan 14 til 15 - verður sent frá tí.

Tá hátíðarhaldið er liðugt, hava vit fleiri gestir og beinleiðis samrøður úr Sandoynni.

Hansa Hansen og Tórður Mikkelsen eru í Sandoynni, og í útvarpsstovuni eru Gunnar Nolsøe og Elin Winther Poulsen.

 

Sjónvarpið

Sjónvarpið byrjar sendingina klokkan 13.30. Sent verður beinleiðis frá hátíðarhaldinum og innsløg, sum eru gjørd í Sandoynni í morgun.

Gestir vera eisini í sjónvarpstovuni. Teir eru Gestur Hovgaard, professari í samfelagsfrøði, við serligari vitan um økismenning, og Rósa Samuelsen, sum var borgarstjóri í Sandavági, tá Vágatunnilin læt upp.

Sent verður, til hátíðarhaldið er av, og vanliga bilferðslan undir Skopunarfirði er byrjað.

John Johannessen er vertur. 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. januar
Morgunlesturin týsdagur 14. januar 2025
186261
Mánadag 13. januar
Dreymsótt 13.partur (13:16)
186254
Mánadag 13. januar
Dreymsótt 12.partur (12:16)
186253
Mánadag 13. januar
Húsbóndin í gulu húsunum
186239
Mánadag 13. januar
Orðaval #8 - jól og veður
186210
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209
Mánadag 13. januar
Hansina - teknmálstulkað
186205
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
186190
Leygardag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2025
186182