- Tíðindi, mentan og ítróttur
Verður skipað í embætið sunnudagin
Verður skipað í embætið sunnudagin
Steintóra Gleðisheygg Joensen verður prestur í Havnar kirkju og Nólsoyar kirkju

Steintóra Gleðisheygg Joensen.
24.11.2023 - 14:11
Undir gudstænastuni í Havnar kirkju sunnudagin skipar Uni Næs, dómpróstur, Steintóru Gleðisheygg Joensen í embætið sum nýggjur sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi, skrivar fólakirkjan.fo
Hon verður eisini sóknarprestur í Nólsoyar kirkju.
Steintóra Gleðisheygg Joensen var prestvígd í 2021, tá ið hon gjørdist vikarur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi í nakrar mánaðir.
Síðani hevur hon verið virkandi sóknarprestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi, nú sóknarprestarnir báðir tvær hava verið í barnsburðarfarloyvi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV