- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tey faðirleysu
Í Føroyum vóru 1930-árini døpur og myrk. Nærum hvørt ár gingu skip burtur, og deyðin legði sína køldu hond yvir lítla oyggjasamfelagið. Onki samband var við skipini, meðan tey vóru burtur. Fólk tulkaðu dreymar og tekin fyri at meta um standin hjá manningunum umborð. Ofta vístu hesar tulkingar á skipsbrot og deyða.
“Tey faðirleysu” er um tað seinasta stóra skipsbrotið í 1930-árunum. Tann 3 mars 1938 hvarv tann trímastraða klaksvíksskonnartin Fossanes í øgiligum ódnarveðri á Suðurlandinum. 19 mans gingu burtur við skipinum. Eingin veit nágreiniliga at siga, hví Fossanes gekk burtur. Men sum fráleið komu alsamt fleiri frásagnir um løgnar hendingar umborð. “Tey faðirleysu” er um varslini, menninar umborð og um tey, sum sótu eftir.
Lagt til rættis: Ivan Niclasen.
Sendingin var fyrstu ferð send tann 12. apríl 2009.
Tey faðirleysu
“Tey faðirleysu” er um tað seinasta stóra skipsbrotið í 1930-árunum. Tann 3 mars 1938 hvarv tann trímastraða klaksvíksskonnartin Fossanes í øgiligum ódnarveðri á Suðurlandinum. 19 mans gingu burtur við skipinum. Eingin veit nágreiniliga at siga, hví Fossanes gekk burtur. Men sum fráleið komu alsamt fleiri frásagnir um løgnar hendingar umborð. “Tey faðirleysu” er um varslini, menninar umborð og um tey, sum sótu eftir. Lagt til rættis: Ivan Niclasen.