- Tíðindi, mentan og ítróttur
Petur Wigelund - útiseti og slóðbrótari úr Havn
Hvør var maðurin, Petur Wigelund, ið bleiv heiðraður av kongi í 1950, og síðani, 21 ár seinni, eisini bleiv heiðraður av Føroya landsstýri.
Í fyrsta partinum av trimum hoyra vit um uppvøksturin hjá Petur Wigelund í Havn fyrst í 1900 talinum.
Petur Wigelund sum barn. Hann bleiv doyptur Petur Danielsen
Sonur eitt konubrot
Søgan um Petur Wigelund er eisini søgan um mammu hansara, Christinu Elisabeth Olsen úr Porkeri, sum var eitt satt konubrot.
Hóast mótgang og hjúnarskilnað, so noktaði hon at geva skarvin yvir.
Christina gjørdist sjálvstøðug vinnurekandi, og børnini hjálptu til, har tey kundu, og fóru eisini sum blaðung út forvinna pening til húsarhaldið. Á myndini sæst Petur Wigelund sum smádrongur hjálpa til hjá einum barberi í Havn.
Tað var í sambandi við hjúnarskilnaðin, at mamma Petur valdi at skifta eftirnavn til Wigelund.
Upprunaliga stavaði Christina tað við einkult v, men tað er við tíðini blivið til w.
Petur mundi endað í OL í 1920
Sum ungur, fór Petur Wigelund til Keypmannahavnar at nema sær kunnleika um báta- og skipasmíð.
Hann var fullur av orku og umframt handverkið, so lá tað eisini raðið fyri hjá Peturi Wigelund at íðka nevaleik.
So væl lá fyri, at tað var uppá tal, at Petur skuldi umboða Danmark á Olympisku leikunum í Antwerpen í 1920.
Afturkomin til Føroya í 1922, gjørdi Petur Wigelund eina roynd at fáa føroyingar áhugaðar í nevaleiki.
Steðgurin í Føroyum var tó stuttur, tí í 1926 fluttu til hann til Íslands, og har bleiv hann verandi.