- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gud man ráða, hvar vit drekka...!
Tað prutlar undir lokinum í Føroyum fyrst í 70-árunum. Ungdómurin er ónøgdur. Á heysti 1974 kyknar upp umfatandi ófriður á Vaglinum í Havn. Politiið má brúka táragass at fáa tamarhald á støðuni. Nógv ungfólk verða handtikin. Ungdómurin leiðist við einar afturhalsdssamar og trongskygdar Føroyar, sum ikki ganga í takt við londini uttan um okkum.
Løgtingið er sinnað at broyta rúsdrekkalógina, men føroyingar siga eitt rungandi nei á fólkaatkvøðu í 1973. Ólógliga sølan á svarta marknaðinum er tá vorðin so stór, at politiið ger húsarannsókn í Kelduni á Dalavegnum, sum í longri tíð hevur argað myndugleikarnar. Høvuðsmenninir verða tiknir og dømdir at sita.
Tað forðar teimum kortini ikki í at halda fram við kriminella virkseminum, tá ið annar av høvuðsmonnunum eitt ár seinni hevur sitið sín dóm í donskum fongsli. Gamla mynstrið við kassamentaliteti og hvítum flamingokassum frá Kattrup stendur tí við. Bilurin verður barrin hjá føroyskum ungdómi í 70- og 80-árunum.
Hendan avlagaða drykkjumentanin hevur syrgiligar avleiðingar, ið standast av mongu ferðsluvanlukkunum, sum krevja nógv ung mannalív hesi árini. Hotel- og matstovuvinnan ótolnast eftir einari smidligari og meira nútímans skipan, men politiið steingir tær nýggju matstovurnar, sum royna at skeinkja gestunum vín.
Tá nýggj samgonga verður skipað í 1991 verður í samgonguskjalinum ásett, at rúsdrekkalógin skal endurskoðast. Nú byrjar drúgva telvingin til at fáa eina nýggja skipan fyri gomlu rúsdrekkalógina frá 1908. Landstýriskvinnan Marita Petersen úr Javnaðarflokkinum er hon, sum arbeiðir harðast fyri eini nýggjari rúsdrekkalóggávu. Tað stendur á gomlum nøglum í løgtinginum, tá endaliga atkvøðugreiðslan er fyri í februar 1992.
Suni Merkistein og Hans Petur Hansen leggja til rættis.
Sendingin var fyrstu ferð í sjónvarpinum á heysti 2018.
Gud man ráða, hvar vit drekka...!
Gud man ráða, hvar vit drekka...! er ein sending um drykkjusiðir í Føroyum. Greitt verður frá allari tilgongdini fyri og eftir rúsdrekka- og útskeinkingarbannið í 1907, hvussu viðurskiftini broyttust komandi áratíggjuni, hvussu nýtslan og sølan á svarta marknaðinum vant upp á seg, til politiið í 1973 gjørdi bart og fór í hernað móti tiltiknu svartabørsmonnunum í Kelduni í Havn.
Suni Merkistein og Hans Petur Hansen leggja til rættis