Ferðslutrygd og aðalráð kunnu ikki vera undir somu lon

Ferðslutrygd og aðalráð kunnu ikki vera undir somu lon
Serligar dátuverndarreglur gera, at eingin kann hava virksemi upp at Barna- og útbúgvingarmálaráðnum í Smæruni, sigur aðalstjórin
Poul Geert Hansen er aðalstóri í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum.
 
15.09.2023 - 18:00

Nú Barna- og útbúgvingarmálaráðið flytur í Smæruna hjá Starvsfelagnum í Havn 1. november var ætlanin, at Ráðið fyri ferðslutrygd, sum hevur havt skrivstovuhølir í Smæruni, kundi verða verandi.

Men hetta ber ikki til, tí serligar dátuverndarreglur, GDPR-reglur, gera, at eingin kann hava virksemi upp at Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, og tí noyðist eisini Ferðslutrygd at fara úr Smæruni.

Enn hevur ikki eydnast at finna Ferðslutrygd onnur høli. 

Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, harmast støðuna.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

15092023_Poul_Gert_um_Ferdslutrygd

 

Nú er greitt, at eisini Ferðslutrygd noyðist at fara úr Smæruni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 20. februar
RagnarRokk 20.februar 2025
186601
Hósdag 20. februar
RagnarRokk:Anna "Ace" Brunner um Galvanize
186596
Hósdag 20. februar
Leitisstein 18.02.2025
188081
Hósdag 20. februar
Andarblak 20. februar 2025
188079
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825