- Tíðindi, mentan og ítróttur
Urtagarðurin
Í urtagarðinum hesa ferð hitta vit Eivind í Gongini, sum fyri 25 árum síðani keypti tey gomlu húsini á Kamarinum, sum standa í Gríms Kambansgøtu í Havn. Her hevur Eivind gjørt ein øðrvísi urtagarð, har aðalmál hansara hevur verið, at garðurin skal vera soleiðis, at hann nærum ikki krevur nakra røkt. Eivind, sum hevur búð í India síðani 1996, er heima á hvørjum ári, og tá fjálgar hann um sín gamla urtagarð.
Lagt til rættis: Bergljót D. Hentze.
Upptøka og sett saman: Ragnar C. Joensen
Urtagarðurin
Føroysk urtagarðsrøð í fimm umførum frá 2003-2008. Í urtagarðinum verður ferðast kring landið og vitjað urtagarðar og tosað við fólk, sum hava áhuga fyri urtagarðsarbeiði og blómum yvirhøvur
Bergljót D. Hentze og Ragnar C. Joensen gjørdu sendingina.