- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lívfiskastøð lá sjóvarfall av sær
So seint sum 21. februar í ár boðar Bakkafrost íleggjarum frá, at "ein stór lívfiskastøð verður bygd í Skálavík." Ætlanin er nú slept.
Avgerðin er kunngjørd, nú Bakkafrost leggur fram íløguætlanina fyri 2024-2028. Bakkafrost ger íløgur fyri 6,3 milliardir næstu árini. Lutfalsliga meira skal brúkast í Skotlandi enn í Føroyum.
-Hækkaða tøkgjaldið merkir, at færri pengar vera til íløgur í Føroyum. Umleið 1,3 milliard krónur minni vera at gera íløgur fyri í Føroyum næstu fimm árini, og tað noyðir okkum at endurskoða ætlanirnar, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost.
Á íleggjaradegnum hjá Bakkafrost fyrrapartin kom greitt til sjóndar, at alingin hjá felagnum í Skotlandi er langt aftanfyri alingina í Føroyum. Skal alingin í Skotlandi fáast upp á sama støði sum í Føroyum, so er neyðugt við stórum íløgum. Og tær ætlar Bakkafrost so at gera næstu árini.