- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á land í Mykinesi: 500 krónur, takk!
Á land í Mykinesi: 500 krónur, takk!
Hagastýrið í Mykinesi hevur hækkað gongugjaldið, sum verður tikið so beint sum fólk koma í bygdina. Nýggja skipanin ørkymlar ferðafólk
02.06.2023 - 18:26
Tað kom óvart á fleiri av ferðfólkunum sum komu í land í Mykinesi í vikuni, at tey skuldu rinda eitt gongugjald, tá tey komu í oynna. Á veg inn í bygdina vóru øll steðgaði og spurd um tey høvdu rindað gongugjald. Nógv høvdu ikki - og fleiri vistu heldur ikki, hvat tosað varð um.
Tað kostar nú 500 krónur at ganga ein túr í hagan í Mykinesi og broytingarnar vórðu gjørdar frá degi til dags. Tað fall ikki í gjóða jørð hjá øllum.
Eftir innslagið vitjaði Árni Olsen, formaður í Ferðavinnufelagnum í sjónvarpsstovuni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
TEMAPLÁTAN: Welcome to the Pleasuredome, Frankie Goes To Hollywood, 1984
186486
Nýggjastu sendingar í SV