- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skeiv tøl frá landsstýrinum
Tølini, sum landsstýrið legði fram á tíðindafundinum í fyrrapartin, vóru skeiv. Russisk skip hava ongantíð um- og uppskipað 400.000 tons í føroyskum sjógvi, og russiska virksemið er ikki økt, síðani kríggið brast á.
Á Vørn kennast tey ikki við tølini, sum landsstýrið legði fram á tíðindafundi fyrrapartin. Vørn er stovnurin, sum hevur eftirlit við øllum fiskivinnuvirksemi í føroyskum sjóøki. Fleiri ferðir á tíðindafundinum á Viðareiði fyrrapartin nevndi løgmaður talið 400.000 tons, tá hann skuldi lýsa vaksandi, russiska virksemið í føroyskum sjóøki.
Sambært tølum hjá Vørn minkaðu nøgdirnar í fjør, sammett við árið fyri.Og higartil í ár eru einans 111.000 tons um- og uppskipað.
-Sambært okkara tølum er einki sum bendir á, at russiska virksemið er vaksandi, heldur tvørturímóti, sigur Jóhan Simonsen, deildarstjóri á Vørn.
Eftir innslagið tosaðu vit við Aksel V. Johannesen, løgmann.