- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kendir føroyingar
Føroyski rithøvundurin Jørgen-Frantz Jacobsen fekk syrgiliga lagnu. Longu á ungum árum fekk hann herviligu tuberklasjúkuna at dragast við. Hon legði honum sum vera man meinbogar í vegin og tarnaði framtíðarætlanum hansara.
Jørgen-Frantz var ógvuliga gávuríkur maður, og var uppi í mongum vási. Ikki fyrr enn hann gjørdist so ússaligur, at hann legðist á song, fór hann undir skaldsøguna Barbara.
Nú byrjaði ein kapprenning við deyðan at fáa bókina lidna. Hann var næstan komin á mál við skaldsøguni, tá ið maðurin við líggjanum var eftir honum. Jørgen-Frantz var einans 37 ára gamal, tá ið hann andaðist í mars 1938.
William Heinesen greiddi bókina til prentingar fyri deyða barndómsvinmannin. Tá forlagið Gyldendal gav bókina út á heysti 1939, var hon stórliga fagnað.
Barbara er framvegis millum mest lisnu skaldsøgur á donskum. Nils Malmros gjørdi miðskeiðis í 90-unum film yvir skaldsøguna. Filmurin var í 1998 heiðraður sum ársins danski filmur.
Bókin og filmurin er í stórum søgan um kvinnuna, sum Jørgen-Frantz var brennandi ásttikin í stóran part av sínum vaksna lívi.
Barbara var í veruleikanum Estrid Holm, seinni gift Bannister Good. Hon veitti Jørgen-Frantzi gævustundir, men eisini sváran hjartatrega. Hon gjørdist hansara "femme fatale".
Í tveimum sendingum á jólum í røðini yvir Kendar føroyingar verður sagt frá lívi og tilveru Jørgen-Frantz Jacobsens.
Jógvan Isaksen, Bergur Rønne Moberg, Hanus Kamban, Nils Malmros, Súsanna Danielsen og onnur siga frá, vit hoyra eisini William Heinesen og Estrid Bannister Good í upptøkum frá 1974 greiða frá, nýggj leikbrot styðja uppundir frásøgnina, eisini verður upplestur úr forvitnisliga brævaskiftinum, sum Jørgen-Frantz hevði við eitt nú William og Estrid.
Jógvan Eli Dam og Suni Merkistein leggja til rættis.
Sendingin varð send fyrstu ferð 25. desember 2018.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/kendirforoyingar.png?itok=IKVGt45B)
Kendir føroyingar
Sendirøð um kendar føroyingar.