O, móðurlandið

O, móðurlandið!: Kanska um hundrað ár (6:6)
25-05-2023

Kanska um hundrað ár (J.H.O. Djurhuus, 1929).
 

Eftir at fullveldislandsstýrið syndraðist tíðliga í nýggju øldini, fánaði tann sjálvstýrislogin, sum hevði fingið føroyingar at droyma um fult tjóðarfrælsi.

Í 2011 situr Sambandsflokkurin aftur við ræðið í Tinganesi. Nú verður farið undir at tiðna blokkin og biðja um meiri pening úr Danmark.

Men viðurskifti okkara og Danmarkar ímillum gerast spent, tá ES í 2013 boykottar Føroyar fyri at hava kannað sær ov stóra makrelkvotu. Danmark stongir sínar havnir fyri føroyskum skipum, so at tey ikki sleppa at landa. Hetta fær føroyingar at økja samhandilin við Russland.

Framburðurin seinastu árini - búskaparliga og vinnuliga - hevur verið so stórur, at Føroyar teljast nú millum ríkastu samfeløgini í heiminum. Men stórur partur av hesum nýríkidømi er ogn hjá privatum vinnurekandi, og ikki fæ hjá landinum at fíggja fullveldistøkuna við.

Meðan eitt nýkomið sjálvstýrisrák andar yvir Grønlandi, tykist spurningurin í Føroyum um at taka størri ábyrgd av sær sjálvum og gera seg heilt leysan av donsku ríkisveitingini ikki so viðkomandi longur. Tvørturímóti er fatanin av okkum sjálvum sum samrunnin minniluti í danska eindarríkinum kanska heldur styrknað enn viknað síðan aldaskiftið.

 

Lagt til rættis: Suni Merkistein.

O, móðurlandið

Í nýggjari sendirøð um Føroyar verður ljós varpað á støðu okkara í danska ríkinum. Landafrøðiliga, mentanarliga og málsliga skilja Føroyar seg burturúr í Ríkisfelagsskapinum. Búskaparliga hevur framburðurin síðan aldamótið verið so stórur, at Føroyar teljast millum ríkastu samfeløgini í heiminum í dag. Kortini tykist spurningurin um at ráða sær sjálvum ikki so viðkomandi longur, og hevur ikki verið frammi sum eitt nevnivert tema á seinastu løgtingsvalunum. Tvørturímóti er fatanin av okkum sjálvum sum samrunnin minniluti í danska eindarríkinum kanska sterkari nú enn fyrr.

Seks partar eru í alt í nýggju sendirøðini, ið ber heitið "O, móðurlandið". Farið verður víða um í einari breiðari lýsing av evninum. Nýggjar samrøður eru gjørdar við fleiri enn fjøruti fólk, hartil er fitt av eldri tilfari útvegað bæði úr føroyskum og donskum søvnum.

Suni Merkistein og Jógvan Eli Dam leggja til rættis.

Tríggir partar verða sendir fyri páskir og hinir tríggir eftir páskir.