- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vit skulu vita meira um teknmál í Føroyum
23.02.2025 - 15:51
Innlendis›Samfelag
Vit skulu vita meira um teknmál í Føroyum

Torradagar eru í Klaksvík, og í gjár var millum annað høvi at fara á teknmálskafé.
Kaffistovan var partur av granskingarverkætlan hjá Meifríð Weihe Hansen, har sjóneykan verður sett á hvussu tað stendur til við teknmáli í Føroyum.
Tað hevur týdning at verja teknmálið, segði Meifríð, sum sjálv er deyv, tá Kringvarpið fekk orðið á hana og tulkin Svannu Hentze í Gong í Klaksvík leygardagin.
Teknmálskaféin var millum annað nýtt til dátuinnsavning til granskingarverkætlanina, sum skal geva betur innlit í støðuna hjá teknmáli í Føroyum.
Verkætlanin er stuðlað av Nordplus.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV