Framtak skal gera fleiri íløgur í smáar og miðalstórar fyritøkur

01.02.2025 - 18:40
InnlendisVinna
Framtak skal gera fleiri íløgur í smáar og miðalstórar fyritøkur
Tað er tankin við einum uppskoti, sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis og vinnumálum, hevur lagt fram. Uppskotið er umrøtt og viðgjørt saman við Framtaki.

- Endamálið við hesum er, at vit serliga skulu gera íløgur í smáar og miðalstórar fyritøkur, sigur Ben Arabo, stjóri í Framtaki. 

Sambært uppskotinum, sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis og vinnumálum, hevur lagt fram, skulu 38 mió. kr. av láni  umleggjast til eginpening. Tær 38 milliónirnar eru tað sum er eftir, av láninum á 99 milliónir, sum landsstýrið gav í 1995, tá Framtaksgrunnur Føroya, nú Framtak, var stovnaður. Verður lánið lagt um, fær Framtak eina størri eginogn og harvið møguleika at gera fleiri størri íløgur. Ætlanin er at hetta serliga skal koma smáum og miðal stórum fyritøkum, teirra millum eisini nýstovnaðum fyritøkum, til góðar. 

Enn er ikki greitt nær uppskotið kemur til 1. viðgerð. 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109